Tíðindi

Mist undirvísing vegna koronu kostar 250 milliónir krónur

Nógv børn og ung hava fingið nógv minni undirvísing orsakað av koronu. Norska stjórnin hevur tikið avleiðingarnar av hesum og játtað 250 milliónir krónur til ítøkilig átøk

21.07.2021

  Pengarnir skulu brúkast til ítøkilig átøk, sum hava til endamáls at vinna inn aftur tað, sum er mist orsakað av heimsfarsóttini, sigur Guri Melby, skúlamálaráðharri í Noregi.

– Hetta eru pengar til miðvísa undirvísing, eyka tilboð, stuðul áðrenn og eftir skúla og onnur tiltøk, soleiðis at vit kunnu vinna inn aftur tað, sum er mist. Alt, sum skal til fyri at tey, sum halda seg hava mist nógva læring, kunnu fáa nakað aftur, sigur hon.

– Hóast vit hava gjørt alt fyri at hava skúlar, barnagarðar og frítíðartilboð opin, so hevur kreppan havt við sær, at nógv børn og ung hava mist nógva undirvísing, sigur Melby.

Hon vísir á, at tað í 2020 og á vári 2021 eru játtaðar ávikavist 170 og 160 milliónir krónur til næmingar, sum hava mist so nógv, at teir í besta føri standa í stað, tá ið talan er um læring.

– Nú fylgja vit hesum upp og gera nøkur átøk, soleiðis at tey fáa tað mista aftur, sigur Melby.

Mathilde Tybring-Gjedde, stórtingslimur, hevur eftirlýst eina heildarætlan, sum snýr seg um, hvussu næmingar, sum hava mist nógv læring orsakað av heimsfarsóttini, fáa ta hjálpina, teimum tørvar.

– Stjórin eigur at fara saman við kommununum og leggja eina ætlan fyri, hvussu vit hjálpa teimum næmingum, sum stríðast í lærugreinunum. So skjótt heimsfarsóttin er av, eiga vit at kanna, hvussu næmingar eru fyri, sigur  Tybring-Gjedde við Aftenposten.

Kelda: utdanning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.