Tíðindi

Mist undirvísingartíð og frávera

Skeri eg teg her, so missi eg teg har, sum orðatakið sigur. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

02-05-2022

Fyri einum trimum árum síðani innførdi Mentamálaráðið eina nýggja skipan, har skúlar fingu heldur fríari ræsur at skipa undirvísingina við tað, at teir, hvør í sínum lagi, kundu taka tveir vanligar undirvísingartímar av tímatalvuni um vikuna og nýta teir til annað virksemi. Endamálið var helst at geva skúlum møguleika at tillaga tímatalvuna og virksemið annars nakað eftir egnum ynski og tørvi.

Sær út til, at flestu skúlar gera brúk av skipanini, og ofta verða báðir tímarnar nýttir soleiðis, at annar fer til floksins tíma og hin til okkurt kreativt fak. At bøta um trivnaðin og skapa meiri kreativitet kunnu øll væl taka undir við.

Í sjálvum sær ein góður tanki, halda væl tey flestu. Ein, eitt sindur, smidligari skipan, sum bara ávirkar tveir tímar av eini tímatalvu, sum eitt nú í hádeild vanliga er 36-38 tímar um vikuna. Tað kann ikki ávirka ella skaða nakað nevnivert, ella hvussu …?

Men er hetta so ikki bara so sára gott, kundi onkur hildið. Nei, ikki bara, tíverri. Tí, sum kunnugt førir eitt tilval eisini eitt frával við sær. Skeri eg teg her, so missi eg teg har, sum orðatakið sigur.

Harra Gud! Hvat er trupulleikin? Hetta er jú ein sera lítil broyting, sum ikki átti at nervað stórvegis, verður ført fram. Hvat kunnu tveir tímar av uml. 36 tímum gera? Og fakini, sum verða skorin, missa bara ein tíma um vikuna og ikki á hvørjum ári.

Men hetta rakar ofta meint kortini, og er tí meira og minni avbjóðandi fyri bæði næmingar og lærarar, tí tímatalið í teimum ymsu fakunum er so smábýtt frammanundan. Taka vit sum dømi okkurt av kunningarfakunum, sum javnan verða rakt, t.d. søga og landafrøði, so hava hesi bæði fakini bara tveir tímar um vikuna. T.v.s., 50 % av tímunum hvørva eitt heilt ár. At hava bara 1 tíma í einum kunningarfaki um vikuna er sum at pissa í lógvan. Tað er als ikki haldbart í longdini. 45 minuttir um vikuna til at fáa samvirknu talvuna at rigga, fáa frið, byrja tíman, undirvísa, rigga av aftur til tíðina, so tú nært næsta tíma, er nærmast at niðurgera fakið. Stór dannilsisfak sum landafrøði, søga og lívfrøði eru tí ofta fyri vanbýti, og tað rakar sjálvsagt næmingarnar í síðsta enda. Eisini tí, at hetta eru uppløgd próvtøkufak. Og pensumið er vanliga tað sama, um tú hevur ein ella tveir tímar í fakinum um vikuna. Av tí sama er støðan ofta tann, at næmingarnir sjálvir mugu seta seg inn í fittan part av kenda tekstinum, hóast hesin ikki hevur verið gjøgnumgingin í flokkinum.

Í okkara skúla hava næmingarnir í 8. flokki í ár mist ein tíma í donskum og ein tíma í enskum um vikuna. 9. flokkur hevur mist annan tíma í landafrøði og annan tíma í søgu.

Í ár er hetta serliga óheppið vegna negativa koronaávirkan. Ikki bara hava skúlar verið noyddir at sett generellar avmarkingar í gildi í ávís tíðarskeið, serliga í valfakunum, men eisini í øðrum fakum. Eisini hava næmingar verið óvanliga nógv burtur frá skúla í ár vegna sóttarhald ella hava sjálvir havt koronu. Fleiri næmingar hava fráveru oman fyri 20 % í ár serliga vegna korunu. Men hetta er so tíbetur søga nú.  

Vónandi fáa teir elstu næmingarnir aftur í ár, um ikki annað, eitt brúkiligt prógv hóast alt. Tað plagar so at vera. Um útgangsstøðið ikki altíð er so gott, so hava teir flestu ein góðan endaspurt, sum kemur teimum til góðar. Eingin orsøk at stúra meira enn neyðugt. Tað gongur nokk. Sum ein vísur maður einaferð segði. Vit hava ikki annað at óttast enn óttan sjálvan. Livst so spyrt.    

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.