Tíðindi

Miðvís lesing í skúlunum kann fremja málmenningina hjá børnum

Lærarar og onnur, ið varða av børnum, gremja seg mangan um, at børn í dag eru so orðfátæk. Spurt verður, hvat ið er til ráða at taka? Hvussu fáa vit stimbrað málið hjá børnum og ungum, so at evnini at fata og greina ymisk viðurskifti ikki verða darvað av vantandi orðfeingi. Landsstýriskvinnan við menta- og skúlamálum hevur sett 2018 at verða ár fyri málmenning hjá børnum. Eitt gott og umvarðandi átak.

15.02.2018

Vit, ið eftir hondini hava dvølt nøkur ár millum syllarnar í skúlanum, hava sæð, hvussu gongdin hevur verið t.e. at siga, at vit hava upplivað, hvussu nýggju loftbornu miðlanir hava ávirkað og avmarkað orðanøgdina hjá nógvum børnum.  Í skúlanum hava næmingar altíð verið ymiskt fyri málsliga, men eg haldi meg hava varnast, at tú mangan hoyrir aftur á málburðinum, um foreldrini hava lagt sær nær at lisið, tosað og sungið við børnunum. Málburðurin hjá hesum børnum er ofta fjølbroyttur og fyndigur og endurspeglast ikki minst í tí, sum skrivað verður. Har vaksin geva sær stundir at greiða frá tí, tey takast við, fáa børn og ung ein mentan málburð.

Tíðir broytast, og siðir skifta. Øtiliga nógv tíð hjá børnum og ungum fer við at spæla miðlaspøl. Vit, sum eru lærarar, royna sum frægast at byggja borð fyri báru m.a. við at fáa næmingar at lesa bøkur.

Miðvís lesing og lesiátøk í skúlunum kunnu fremja málmenningina hjá børnum. Nýta vit hugflogið ber til at gera tað stuttligt at lesa bøkur. Av royndum veit eg, at tað ber til at kveika lesihugin hjá børnum m.a.  við at hava:

Foreldrakvøld um lesing, har lærarin greiðir foreldrunum frá lesiundirvísingini.
Lesiskeið fyri heilar flokkar.
Gera eitt “lesihorn” í skúlastovuni, har til ber at sita væl (ella liggja) og lesa.
Stór børn lesa upp fyri børnum í teimum yngru flokkunum.
Øll í flokkinum velja sær somu bók at lesa sum “bókin henda mánaðin” – frílestur heima og í fríløtum í skúlanum.
Næmingarnir gera samrøður við hvør annan, tá teir hava lisið eina sera góða bók. Einar tvær spennandi síður verða lisnar upp.
Næmingarnir skriva sjálvir søgur, ið verða settar upp (lay-out) á teldu og prentaðar. Úrslitið verður ein lítil bók.

Eg haldi, at tað er umráðandi, at lærarar sýna, at teir eru bókaáhugaðir. Sjálvur havi eg roynt at fylgt við í tí,  sum verður givið út á føroyskum, serliga viðvíkjandi ungdómsbókmentum, og tá ið eg havi lisið eina ungdómsskaldsøgu, plagdi eg at lesa onkrar dramatiskar partar í bókini upp fyri næmingunum. Rættiliga ofta hendir tað, at næmingar fáa áhuga fyri bókini og fara á bókasavnið at læna hana.

Vónandi verður 2018 eitt gott málmenningarár. Vit vita, at samvirka allar góðar kreftir, heilt frá foreldrum, sum sita við vøggu- og songarstokkin hjá barninum og lesa søgur og heilt upp á hægstu røkur í skúlanum, so fer líkinda úrslit at spyrjast burturúr.

Gott málmenningarár

Rúni H. Bjarkhamar er lærari í Skúlanum við Streymin.

Skúlablaðið varpar ljós á málmenning í sambandi við, at landsstýriskvinnan við menta- og skúlamálum hevur sett árið at verða ár fyri málmenning hjá børnum. Vit spyrja ymisk fólk, sum eru málkøn, og fólk, ið varða av økinum børn og ung, hvørji ráð tey høvdu givið landsstýriskvinnuni um tiltak, átak ella herferð, ið hevði gagnað málmenningini, umframt hvat tey halda skal til fyri at fremja tilvitið um málmenning.

Les eisini:

http://www.skulabladid.fo/m%C3%A1li%C3%B0-er-ein-g%C3%A1va

http://larara.net.dynamicweb-cms.com/Admin/Defaulthttp://www.skulabladid.fo/játtið-pengar-til-”kom-og-les”-átak

http://www.skulabladid.fo/ein-millión-til-málmenning-er-alt-ov-l%C3%ADtið

http://www.skulabladid.fo/málmenning-hjá-børnum-–-eitt-stórt-øki-men-hvat-hevur-størstan-týdning

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.