Tíðindi

MGP-vikan í Vágs skúla er nú afturvendandi táttur

Tað er eitt av hæddarpunktunum á skúlaárinum, tá MGP vika er, og í Vágs skúla eru tey ikki í iva um, at tiltakið er komið fyri at vera. Nógv verður lagt fyri, og tað eru uttanveltaðir og serkønir dómarar, ið taka sær av dømingini.

06.03.2024

Fyrst í februar 2024 var aftur sonevnd MGP-vika í Vágs skúla. Hetta er triðju ferð, at hetta tiltak er á skránni í Vágs skúla, og hetta hevur veruliga ment seg til eitt tiltak, sum starvsfólk og næmingar gleða seg til.

Ein av lærarunum, ið hevur starvast í Danmark, innan hann byrjaði í Vágs skúla, hevði hetta hugskot við sær, og tað vísti seg beinanvegin at fáa góða undirtøku.

Í eina viku verður arbeitt við sangum, framførslu, video og tí, ið fyriferst á pallinum.

MGP stendur fyri Melodi Grand Prix, og tá MGP-vikan byrjar, hava ymsu flokkarnir, saman við sínum flokslærara, valt sær ein sang og yrkt føroyskan tekst til. Síðani verður ein útgáva av sanginum funnin, har bert tónleikur spælir, og har syngjast kann afturvið.

Í MGP-vikuni fara næmingar í ymsar bólkar ella verkstaðir. Tey, ið syngja høvuðsrøddir, fara í sangverkverkstaðin. Onnur fara at arbeiða við búnum og tí, ið skal vera á pallinum, onkur er vertur, sum presenterar flokkin, og onnur  arbeiða við dansi.

Ein bólkur tekur sær av at framleiða eitt stutt, ofta skemtiligt, video, ið presenterar flokkin, júst sum vit kenna tað, tá veruliga MGP-sangkappingin, ella Eurovision, er í sjónvarpinum. Hetta verður víst, innan flokkurin kemur á pall at framføra.

Ein framførsla er fyri øllum skúlanum, har ein uttanveltaður vertur er. Og framman fyri pallin er ein sofa. Har sita dómararnir.

Dómararnir eru uttanveltaðir og eru fólk, ið hava við tónleik at gera so ella so. Tað vil siga fólk, ið sjálvi syngja ella spæla tónleik, og ofta eru meira og minni kend í almenna rúminum.

Ein framførsla er so eisini, har foreldur sleppa at hoyra og síggja næmingarnar á palli.

MGP-vikan er komin fyri at vera, eru tey samd um í Vágs skúla, har tey í februar høvdu hetta tiltak á triðja sinni.

Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.