Tíðindi

Meting gerast av, um lærari og næmingur í vandabólki skulu í skúla

Í vegleiðingini fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðartilboðum verður greitt tilskilað, hvat eigur at verða gjørt, um starvsfólk ella næmingar eru í vandabólki, tá ið talan er um korona.

16. apríl 2020

Fyri at fyribyrgja smittuspjaðing skulu starvsfólk ella næmingar, ið hava sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, ikki fara í skúla. Nakrir bólkar kunnu gerast álvarsliga sjúkir, um teir verða smittaðir við coronavirusi/covid-19, og tilskilað er í leiðreglunum, hvørjir teir eru:

Fólk eldri enn 65 ár (serliga yvir 80) og fólk, sum hava kroniska sjúku, so sum hjartaæðrasjúkur (er eisini galdandi fyri høgt blóðtyst, sum er væl viðgjørt) og lungnasjúkur (er ikki galdandi fyri veika og væl viðgjørda astma), kroniska nýrnasjúkur, har virkni hjá nýrunum er niðursett, og kroniska livrasjúkur. Somuleiðis diabetes typu 1 og 2, serliga um viðkomandi hevur ymiskar fylgisjúkur, vøddasjúkur og nerva-vøddasjúkur, har kreftirnar til at hosta eru niðursettar, ella har torført er at sleppa av við slímið í andaleiðini. Fólk, sum vigar alt ov nógv og hava eitt BMI yvir 35-40, alt eftir um ein hevur vágafaktorar eisini, og serliga blóðsjúkur, har tað verður mett at vera ein vandi fyri komplikatónum.

Fólk við niðursettari immunverju orsakað av blóðsjúkum og organtransplantatión eru eisini í vandabólki. Somuleiðis tey, sum fáa immundarvandi viðgerð, herímillum kemoviðgerð ella geislaviðgerð sum liður í viðgerð av krabbameini, HIV-smittu, sum hevur stóra ávirkan á immunskipanina. Børn við kroniskum sjúkum, sum tær longur eru nevndar.

Eisini kvinnur, sum eru við barn og fram til tvær vikur eftir, at tær hava átt, eru í vandabólki (í samsvari við meginregluna um fyrivarni).

Eru starvsfólk í iva, um tey ella næmingur eru í serliga váða, ella er tørvur á serligari ráðgeving, verður viðmælt at tosa við kommunulæknan. Og eru næmingar ella starvsfólk í einum av serligum vandabólkunum, verður mælt leiðsluni á einstaka skúlanum um at tosa við foreldrini ella tað ávísa starvsfólkið við tí fyri eyga at gera eina ítøkiliga meting av umstøðunum. Í eini meting kann dentur verða lagdur á, um tað er heilsuliga ráðiligt, at tann ávísi næmingurin fer í skúla, og um tað ávísa starvsfólkið kann halda fram við at røkja sínar vanligu uppgávur.

Um eitt starvsfólk ella næmingur býr saman við einum persóni, sum er í einum vandabólki, kann viðkomandi hóast hetta fara til arbeiðis ella í skúla. Mælt verður tó til at tosa við kommunulæknan um ítøkiligu støðuna. Í metingini av starvsfólkum skal m.a. verða viðgjørt, hvørjir møguleikar eru fyri einari flyting til eitt arbeiðsumhvørvi uttan fysiskt samband við onnur.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.