Tíðindi

Mentorskipanin hjá Barnabata sera góðar royndir

Eitt fólk uttanífrá, sum ein mentorur er, kann loysa upp í einum truplum máli, tí tá verða kenslurnar í málinum settar til viks, og eftir eru bara orðini. Vit vita, at mentorar kunnu gera stóran mun hjá einum barni, sum stríðist við eitthvørt. Tað sigur Ugur Kevioglu, sum mentorsamskipari.

17.11.2022

Mentorskipanin hjá Barnabata hevur nøkur ár á baki, og royndirnar higartil eru sera góðar. Mentorskipanin hevur til endamáls at hjálpa, stuðla og vegleiða ungum, sum hava ymsar avbjóðingar.

- Avbjóðingarnar eru ógvuliga ymiskar. Vit hava til dømis ung við skúlaaftran, børn við sjálvmorðstankum og børn við lágum sjálvsáliti. Afturmeldingarnar frá bæði teimum, sum skipanin er ætlað, og foreldrum teirra, eru góðar. Foreldrini kenna lætta at hava onkran við liðina, sum hevur sambandið við myndugleikarnar, sigur Ugur Kevioglu, sum mentorsamskipari.

Mentorskipanin hevur verið við til at hjálpa børnum við skúlaaftran aftur í skúla. Orsøkirnar til skúlaaftran kunnu vera mangar. Ugur Kevioglu sigur, at ein vanlig orsøk til, at tað kann vera so trupult hjá barninum at fara aftur í skúla, er, at tað ikki er hoyrt í málinum.

- Talan kann bæði vera um misskiljingar millum barn og skúla, og vantandi samskifti millum barn og foreldur. Tannáringar, sum eru ørkymlaðir, samskifta á ávísan hátt, kanska ikki altíð so greitt, og tá er skjótt, at misskiljingar koma í. Eitt fólk uttanífrá, sum ein mentorur er, kann loysa upp í málinum, tí tá verða kenslurnar í málinum settar til viks, og eftir eru bara orðini. Vit vita, at mentorar kunnu gera stóran mun hjá einum barni, sum stríðist við eitthvørt og hevur ringt sjálvsálit. Mangan skal bara eitt vaksið fólk til, sum tosar við barnið. Manglandi relatiónir millum børn og foreldur og børn og lærara kunnu elva til mistrivnað. Gransking vísir, at dámar tær læraran, dámar tær eisini fakið ella at ganga í skúla. Relatiónsarbeiði krevur tíð og aftur tíð, bæði í tímanum og uttan fyri tíman. Gevur lærarin av síni tíð til at arbeiða við relatiónunum, fær hann tað fleiri ferðir aftur. Hevur tú fyrst skapt relatiónina og tað trygga rúmið, fært tú innlit í barnið og alt tað barnið er og hevur. Tað gagnar bæði tí fakliga og trivnaðinum.

Skal mentorskipanin virka so væl sum til ber, er ein fortreyt, at mentorurin fær samtykki frá foreldrunum at venda sær til skúlan hjá barninum og aðrar myndugleikar. Mentorurin samskipar alt, eisini samskiftið millum myndugleikar, sum vanliga ikki tosa saman orsakað av tagnarskuldu. Hetta tekur byrðuna av herðunum hjá foreldrunum, í øllum førum fyri ein part, heldur Ugur Kevioglu.

- Vit síggja, hvussu álitið hjá foreldrunum á okkum veksur í tilgongdini, so hvørt vit megna at skapa eina góða tilgongd fyri barnið.

Mentorurin er sjálvboðin og nýtist ikki viðkomandi fakliga útbúgving, men neyðugt er at hava orku og yvirskot til uppgávuna. Tey verða skúlað og lærd upp og skulu bæði hava reina revsiváttan og barnaváttan.

- Mentorarnir eru í eini tilgongd, har tey skulu læra ymiskt, áðrenn tey yvirhøvur kunnu byrja. Og tað, sum sjálvandi eisini hevur týdning, er, at mentorur og barn rigga væl saman.

Mentorskipanin snýr seg um meiri enn bara professionellu tilgongdina. Umframt tað gerandisliga arbeiðið er týdningarmikið, at tann ungi og mentorurin hittast til sosiala samveru. Tað kann t.d. vera við at fara í biograf, á kafé, til mentanartiltøk, listatiltøk ella ítróttatiltøk. Tað hevur ikki staðið á at fáa mentorar.

Í løtuni eru ellivu børn og ung í skipanini; eini sjey hava verið ígjøgnum eina tilgongd, sum er liðug. 28 mentorar hava verið á skeið, og sjey eru á bíðilista at sleppa á skeið. Øll ung í aldrinum 11-17 ár hava møguleika at søkja sær ein mentor. Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, er sannførdur um, at mentorskipanin sparir samfelagnum nógvar pengar.

- Vit tosa bæði um pengar og mannalív ella lívsgóðsku. At fyribyrgja mistrivnaði átti at fingið nógv størri raðfesting, tí tað er sjón fyri søgn, at tað sparir nógv í síðsta enda. Tað er ein ótrúliga góð íløga fyri samfelagið. Bara mentorskipanin hevur spart samfelagnum fleiri hundrað túsund krónur.

Á myndini Ugur Kevioglu, mentorsamskipari í Barnabata.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.