Tíðindi

Menna lærugreinina føroyskt á øllum lærustigum

Føroyska málið er á einum vegamóti, halda tær í nevndini í Føroyamáli. Tøkniliga menningin og tann veruleiki, at føroysk børn møta enska málinum líka skjótt og líka ofta, sum tey møta føroyska málinum, gevur føroysklærarum heilt nýggjar avbjóðingar.

11. september 2020

Føroyamál er heitið á felagi, ið var stovnað í fjør. Tað hevur sum endamál at menna lærugreinina føroyskt á øllum lærustigum og at styrkja føroyska málið í allari læring, heilt frá barnagarði til fróðskaparsetur. Felagið ætlar at náa hesum máli við at skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum tiltøkum og kjaki um lærugreinina, elva til samstarv millum lærarar í føroyskum og samstarva við móðurmálslærarafeløg í hinum Norðurlondunum gjøgnum “Nordspråk”.

- Felagið skal vera víðfevnt, og fólkaskúlin skal eisini vera væl umboðaður, vísir Jastrid á Dalbø á. Hon hevur seinasta árið arbeitt sum lærari á Serbreytini í Miðnámi á Kambsdali, men hevur eisini drúgvar royndir sum lærari í Fuglafjarðar skúla.

Jastrid á Dalbø hevur eisini verið virkin í norðurlendska samstarvinum fyri móðurmálslærarar, Nordspråk, og nýggja felagið hevur sett sær sum mál at styrkja føroysku luttøkuna í felagnum.

- Nordspråk er skipað undir Norðurlandaráðnum, men í løtuni eru vit bara við ígjøgnum danska limaskapin. Vit ætla at royna at fáa føroysku myndugleikarnar at skilja týdningin av, at vit sjálv eru við, og at vit sjálv gjalda fyri okkara luttøku. Nordspråk skipar á hvørjum ári fyri summarskeiðum og heystskeiðum fyri móðurmálslærarum, men í ár var summarskeiðið avlýst vegna koronasmittuna, greiðir Jastrid á Dalbø frá.

Norðurlendska samstarvið kann, sambært nevndini í Føroyamál, vera við til at menna lærarar í Føroyum og gera okkum meira tilvitað um avbjóðingar og møguleikar. Í 2021 verður summarskeiðið hjá Nordspråk í Føroyum.

Tað vísir seg, at norðurlendsku móðurmálslærugreinarnar hava nógvar avbjóðingar til felags, øll londini merkja t.d. trýstið frá enska málinum og frá øktari talgilding.

Ein onnur avbjóðing er, at alsamt fleiri næmingar hava ikki føroyskt sum móðurmál. Hendan avbjóðingin er nýggj fyri flestu lærarar í Føroyum, men tað er hon ikki á sama hátt fyri okkara grannalond, og tí kunnu føroyskir lærarar uttan iva læra av royndunum hjá norðurlendsku starvsfeløgunum.

- Hini norðurlendsku málini eiga eisini eitt pláss sum grannamál í okkara móðurmálsfrálæru, og tí er tað ein sjálvfylgja, at vit eisini fylgja við, hvat hendir hjá teimum, staðfestir Jastrid á Dalbø.

Tað var í fjør heyst, at Katrin Næs, Henrietta Arge Jacobsen, Jastrid á Dalbø og Óluva Klettskarð tóku stig til stovnandi aðalfund fyri nýggjum felagi til gagns fyri føroyskum á øllum lærustigum.

Á stovnandi aðalfundinum vóru fimm limir valdir í nevndina hjá felagnum, ið skipaði seg soleiðis: Óluva Klettskarð, forkvinna, Jastrid á Dalbø, næstforkvinna, Christina Jensen, skrivari, Henrietta Arge Jacobsen, kassameistari og Helena Kannuberg, nevndarlimur.

Eftir ætlan skuldi ráðstevna havt verið fyrst í september, men orsakað av vanda fyri smittuspjaðing, er tiltakið útsett.

Kunnið tykkum við Føroyamál:

Facebook.com/foroyamal

Instagram.com/foroyamal

Brot úr grein eftir Dorit Hansen í Skúlablað nr 4, 2020.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.