Bloggur

Meiri kreativitet til fólkið!

Ingun M. Háberg, læraralesandi, bloggar

7. juni 2013


Fyrstu nógvu mánaðirnar á Læraraskúlanum høvdu vit eina rúgvu av ástøðiligum fakum. Alt í lagi við tí, men vit hava veruliga havt tørv á sjálv at sloppið at røra okkum og nýta hendurnar. Og endiliga sluppu vit tað. Vit skuldu velja okkum inn á ein verkstað í fakinum Skapandi Læra. Stríðsmentan, ítróttur ella lutaleikir (rollespil) vóru at velja í. Eg valdi, saman við helvtini av teimum pedagog- og læraralesandi á 1. ári, lutaleikir. Tað var eitt sera spennandi tíðarskeið, tí vit, sum høvdu lutaleikir, skuldu, samstundis sum vit hava skuldu hugsað um egna læring, eisini hugsa, hvussu vit kunnu gagnnýta tað, vit hava lært, tá vit koma út á arbeiðsmarknaðin.

Í stuttum snúði tað seg um, at vit skuldu skriva eitt ævintýr. Tað kundi snúgva seg um alt millum himmal og jørð, men tað skuldi vera ævintýrakent og hava nakrar krisur, nakrar uppgávur, sum skuldu loysast. Síðan skuldu vit sjálv fáa hvør okkara leiklut. Ikki nóg mikið við tí, vit skuldu eisini seyma búnar, smíða kistur og sjálv gera alt tað, vit høvdu tørv á, tað vit – ja, nú kemur tað – skuldu framføra ella gera hesar lutaleikir saman við einum bólki av børnum, sum vit ikki kendu, sum ikki vistu, hvat tað var, tey komu til. Vit skuldu draga børnini inn, tað skuldi vera læruríkt, tey skuldu ikki gerast ov bangin, tað skuldi vera avbjóðandi, tað skuldi vera stuttligt, tað skuldi vera spennandi, tað skuldi vera mennandi, tey skuldu tíma, vit skuldu tíma, finna stað, finna børn, skriva søgu, rætta søgu og so framvegis.


Tað vóru nakrar ótrúliga strævnar, men stuttligar vikur, sum gingu væl, og sum eg kundi hugsað mær fleiri av. Hesi skapandi, kreativu fakini verða ofta gloymd, haldi eg. Eisini í fólkaskúlanum. Men vit á Læraraskúlanum eru so heppin, at komandi ár, tá tað annars áttu at vera tvær linjur at velja í – hugvísindalig og náttúruvísindalig, er ein komin afturat – tann KREATIVA! Tað er sum sent frá himli, tí nøkur eru bara meira handalig enn bóklig, og mugu eisini fáa loyvi at vera tað, tí tey læra betur á tann háttin. Eg sigi ikki, at nú skulu bøkurnar brennast, og øll setast at telgja. Eg sigi bara, at kanska nøkur tíma betur at skriva eina søgu, skal hon seinni nýtast, og tú sleppur at vera í gongd sjálvur, enn bara at skriva eina søgu, sum skal latast inn og gloymast nakrar dagar aftaná. Eg gleði meg til ta kreativu breytina næsta ár, hóast eg enn einki veit um hana. Tað ljóðar bara sum ein breyt, sum er nakað fyri meg. Meiri kreativitet til fólkið!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.