Tíðindi/Greinar

18.07.2019

Markleysir møguleikar hjá leiðslum

Komandi skúlaár verður søguligt. Skúladagatalið minkar, og arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum verða broyttar. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Eftir eitt sindur av togan aftur og fram samdust Mentamálaráðið og Føroya Lærarafelag um ein leist, ið fer at mynda arbeiðsumstøðurnar og serliga ráðleggingina úti í øllum skúlum kring Føroyar komandi skúlaár.

Hetta er eitt stig rætta vegin, meta vit í FL, tí við skipanini, har lærarar savnast í fimm arbeiðsdagar saman við leiðsluni, fer ivaleyst nógv munagott at spyrjast burturúr.

Í semjuni millum Mentamálaráðið og Føroya Lærarafelag um skúladagatalið á 193 døgum hjá næmingum og teir fimm tøku arbeiðsdagarnar hjá leiðslum at skipa fyri ráðlegging og menning, stendur millum annað:

....Leiðslan í einstaka skúlanum leggur ráðleggingina og námsfrøðiligu menningina til rættis og skipar innihald og átøk í samráð við lærarar skúlans. Einstaki skúlin hevur frælsi at skipa dagarnar, so teir verða nýttir til tey átøk, sum skúlin heldur eru mest viðkomandi. Talan kann umframt eftirmeting og ráðlegging verða skeið, námsfrøðiligir evnisdagar og starvsfólkamenning og samansjóðing.

Eisini stendur í semjuni, at ráðleggingin kann bæði vera í skúlanum og uttan fyri skúlan. Tískil eru møguleikarnir nærum markleysir hjá leiðslum at skipa fyri og leggja til rættis, at lærarar eru væl ílatnir til eina góða skúlabyrjan.

Broytingin fer at merkjast við skúlaársenda í juni 2020, tí tá fara børnini longu í summarferiu fríggjadagin stutt áðrenn longsta dag, og lærarar hava tá eina arbeiðsviku saman eftir tað vikuskiftið.

Hvat síðan hendir í skúlaárinum 2020/21 er upp til leiðslurnar. Tær kunnu tá býta teir fimm arbeiðsdagarnar upp í nakrar dagar í august og nakrar við skúlaársenda.

Uppskot um innihald

At hava somikið nógv frælsi, merkir helst eisini, at tað verður avbjóðing hjá leiðslum at finna hóskandi innihald, ið rakar breitt og væl.

Ein upplagdur møguleiki er at skipa verulig samstarvandi lærugreinatoymi, sum fáa rúma tíð at práta um fakligt innihald, avbjóðingar, vitanardeila og eisini skipa undirvísingargongdir til eitt komandi skúlaár.

Um leiðslur varpa ljós á lærugreinasamstarv, so ber væl til, at eitt nú førleikastovur í einum øki ella í nøkrum skúlum hittast at viðgera faklig viðurskifti og læra av hvør øðrum.

Eisini ber til at hava serlig skeið bæði í ella uttan fyri skúlans gátt. Vanligt er, at skúlar nýta ein hálvan fríggjadag og ein leygardag til ráðleggingardagar, men nú ber til at hava hesar dagar í friði mitt í viku á onkrum øðrum staði t.d.

Samansjóðing og starvsfólkarøkt kann ongantíð undirmetast. Mangan hevur ein starvsfólkahópur brúk fyri at samansjóðast, og í hesari vikuni eru øll savnað, og tískil er eitt gylt høvi at hjá leiðslum at røkja og menna síni starvsfólk á einum samansjóðingartúri.

Til ber at býta ymisku átøkini upp, har ein partur fer til fakiligt innihald, meðan ein partur av døgunum verður nýttur til skúlamenning og starvsfólkarøkt.

Møguleikarnir eru nógvir, og spennandi verður at vita, hvussu hesar broyttu umstøður fara at eydnast.

 

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan