Tíðindi

Lívið við ADHD í tveimum ættarliðum avbjóðandi

Tá ið bæði foreldur og børn í somu familju hava ADHD, verður gerandisdagurin eyka krevjandi.

25.07.2018

Millum trý og fimm prosent av øllum børnum og ungum yngri enn 18 ár í Noregi hava ADHD, stendur at lesa á Helsenorge.no.

ADHD kann vera ógvuliga ymiskt fyri tey, sum tað rakar, men eyðkenni sum óuppmerksemi, hyperaktivitetur og impulsitetur eru vanlig. At liva í eini familju við børnum, sum hava ADHD, kann samanberast við alla tíðina at royna at finna javnvágina á einum surfbretti. Tað er krevjandi og ringt at siga, um tú megnar at standa á báðum beinum. Børnini stríðast við at skilja tað, sum hendir rundan um tey, og at verða skilt av teimum, sum eru rundan um tey, meðan foreldrini mangan verða misskilt av øðrum foreldrum og at vera undir mistrúgv. Eisini í familjunum er lívið avbjóðandi, tí tey, sum hava ADHD, hava ilt við at hava tamarhald á kenslum sínum, at varðveita uppmerksemið og hava tamarhald á impulsunum. Øll familjan kann verða ávirkað av ADHD.

Um foreldrini eisini hava ADHD, kann tað vera eyka avbjóðandi fyri familjuna. Øyfrid Larsen Moen, granskari, hevur gjørt eina kvantitativa kanning, har hon hevur kannað, hvussu familjur við børnum, sum hava ADHD hava tað. 264 foreldur, sum hava ADHD, eru við í kanningini; 40 av foreldrunum hava sjálv ADHD.

Foreldur, sum hava ADHD, halda, at tað er verri at fáa familjuna at virka sum familja, samanborið við foreldur, sum ikki hava ADHD. Tey siga frá verri sálarligari heilsu og hava verri lívsdygd enn foreldur, ið ikki hava ADHD.

– Hesar familjurnar tørvar nakað eyka; tað nyttar ikki bara at hjálpa børnunum, sigur Øyfrid Larsen Moen.  

Ein pápi við ADHD sigur í kvantitativu kanningini, sum Moen hevur gjørt, at tað er verri at lata teir smáu dystirnar fara aftur við borðinum og einki gera.

”Eg megni ikki at yvirsíggja nakað sum helst.”

Tá foreldrini hava ADHD, hava tey størri trupulleikar at tosa saman og takkla kenslurnar í familjuni. Tey siga, at tað er truplari at loysa trupulleikar og megna truplar hendingar í lívinum. Tey stríðast við at finna ró í familjulívinum og kunnu kenna seg hjálparleys í gerandisdegnum. Foreldur við ADHD siga, at lívið kann tykjast minni meiningsfult. Tey halda seg fáa minni stuðul og hjálp í familjuni og samfelagnum.

Moen heldur, at tað er umráðandi, at familjur við ADHD áhaldandi fáa ráðgeving.

– Hesar familjurnar tørvar eyka ráðgeving. Tað er ikki nóg mikið bara at hjálpa børnunum; foreldrini mugu fáa vegleiðing at virka sum familja, og familjan má verða sædd sum ein heild.

Í eini kvalitativari kanning sigur ein mamma við ADHD, at hon hevur funnið ein máta at megna lívið.

”Eg eri ógvuliga strukturerað, børnini halda, at eg eri ógvuliga strong.”

– Strukturur og at alt er til at forútsiga er ógvuliga umráðandi fyri børn við ADHD; tað er tað eisini fyri foreldur, sum hava ADHD, sigur Moen.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.