Tíðindi

Lítið og einki kjak um inklusjón í fólkaskúlanum

- Tað er undranarvert, at vit í so lítlan mun umrøða inklusjón í fólkaskúlanum, tá ið inklusjónshugtakið hevur verið á altjóða breddanum í fleiri áratíggju, og tá ið vit hava undirskrivað ST-sáttmála, sum sigur, at øll skulu inkluderast, sigur Frida Poulsen, sum er farin undir ph.d.-verkætlan um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum

16.01.2020

Hóast vit í Føroyum søguliga hava hýst so at siga øllum næmingum í fólkaskúlanum, so hevur ikki verið nógv kjak um inklusjón, og hvussu vit skipa skúlan soleiðis, at allir næmingar, sama hvørjar avbjóðingar teir hava, fáa eitt munagott skúlatilboð. Tað kann tykjast løgið, tí aðrastaðni, eitt nú í Danmark, hevur kjakið um inklusjón verið drúgt og stundum heitt. Inklusjón er eitt skúlapolitiskt hugtak, ein visjón, sum fekk góðan byr í 1994, tá ið Salamanca-yvirlýsingin varð lýst. Yvirlýsingin sigur, at vit skulu stremba eftir einum skúlaverki, sum er fyri øll, sama hvønn tørv og hvørjar avbjóðingar, tú hevur. Síðan er ST-sáttmálin fyri fólk, ið bera brek, undirskrivaður; tað var í 2006, í Føroyum í 2009. Sáttmálin bindur londini, sum hava samtykt hann, at arbeiða fram ímóti einum inkluderandi skúla fyri øll, tað veri seg frá dagstovni, til hægri lærustovnar. Tað merkir í stuttum, at fólk, sum bera brek ella hava avbjóðingar, hava rætt til at ganga í vanligu undirvísingarskipanini.

. Næmingar við serligum tørvi kunnu vera so nógv, frá næminginum, sum er orðblindur, til næmingin, sum hevur eitt sjónligt tarn, og so alt harímillum. Í ymsu skúlunum hevur verið roynt at skipa fyri sernámsfrøðiligum átøkum og serligum tilboðum upp á ymsar mátar í vanligu skipanini. Úti á smærri plássunum hevur verið og er enn vanligt, at næmingar í ymsum aldri eru í sama flokki. Í báðum førum snýr tað seg um undirvísing, sum verður lagað til ymsan tørv, sum inklusjón jú er. Tí hava vit havt ein skúla fyri øll uttan kortini at hava havt eina eintýðuga yvirskipaða visjón at inkludera allar næmingar, sigur Frida Poulsen, sum er farin undir ph.d.-verkætlan, har hon kannar inklusjón í føroyska fólkaskúlanum.

Í 2012 varð sokallaða inklusjónslógin samtykt í Danmark, sum fatar um inklusjón í fólkaskúlanum, men hóast lógina og góðu ætlanirnar við henni, so hevur síðan verið ramaskríggj, tí skúlarnir siga seg ikki megna at inkludera allar næmingar.

- Í Danmark verður enntá tosað um ”inklusjónsbørn”, sum hava verið undir øðrum skipanum og skulu inkluderast í skúlan.

Menningin av skúlaverkinum hongur ikki treytaleyst saman við, hvussu nógv ella lítið kjak er um tað, tí tað ber til at menna skúlan uttan at hann er eitt heitt politiskt evni. Kortini er tað undranarvert, heldur Frida Poulsen, at vit í so lítlan mun umrøða inklusjón í fólkaskúlanum, tá ið vit m.a. hava undirskrivað ST-sáttmála, sum sigur, at øll skulu inkluderast. Grein 24 í sáttmálanum snýr seg um inklusjón í fólkaskúlanum.

- Tá ið tosað verður um inklusjón í Føroyum, togar orðaskiftið í fleiri ættir. Politiska orðaskiftið sigur, at sjálvandi skulu vit hava inklusjón, ein skúla fyri øll. Fíggjarliga orðaskiftið snýr seg m.a. um, at inklusjón er eitt sparitiltak, tí tað er bíligari at hava allar næmingar í almenna skúlanum enn í sernámsfrøðiligum tilboðum. Pragmatiska orðaskiftið sigur, at vit skulu hava inklusjón, men at hon má lagast til umstøðurnar, vit hava. Etiska orðaskiftið sigur, at øll børn hava rætt til at ganga í skúla saman við javnaldrum í sínum heimaskúla, og sjálvandi skulu vit eisini hava ein samhaldsfastan skúla. Harumframt toga skúlapolitisku ætlanirnar í ymsar ættir. Onnur kósin er ein inkluderandi skúli – ein skúli fyri øll, og hin kósin er ein málstýrdur skúli við t.d. landsroyndum og øðrum standardiseraðum royndum við fokusi á fakligari málstýring av innihaldinum í fólkaskúlanum.

Frida Poulsen hevur fingið játtað trý ára granskingarstuðul frá Granskingarráðnum til ph.d.-verkætlan sína, sum hon nevnir Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum. Frá politiskari visjón til íverksetan í einum spenni millum almanna námsfrøði og sernámsfrøði; umframt hevur hon fingið stuðul frá Mentamálaráðnum. Seinastu 7 árini hevur hon starvast sum fulltrúi í Mentamálaráðnum. Hon er útbúgvin fólkaskúlalærari og cand.ped.ped.psyk. og BA í stjórnmálafrøði. Komandi trý árini er hon í hálvum starvi á Fróðskaparsetri Føroya og hálvum starvi á Danmarks Pedagogiska Universiteti (DPU).  

Les samrøðu við Fridu Poulsen um inklusjón í Skúlablað nr 6, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.