Tíðindi

Lætt at ganga í skúla í Føroyum

Sum 19 ára gomul flutti Berlys Nordendal úr Venesuela til Føroya. Í dag arbeiðir hon sum lærari í skúlanum á Giljanesi. Hóast leiðin til læraraútbúgvingina hevur verið drúgv og long, so metir Berlys, at hon hevur fingið ótrúliga nógvar góðar royndir á vegnum, sum hon dagliga hevur gagn av í arbeiði sínum.

10.01.2018

At lesa til námsfrøðing var trupult, men tað kortini gekk so mikið væl hjá Berlys, at hon fór víðari til lærara. Í dag arbeiðir hon í skúlanum á Giljanesi og í ungdómshúsinum á Toftum.

- Fleiri hildu, at eg spilti tíðina við at ganga so leingi í skúla, men soleiðis sá eg tað ikki. Í dag, tá ið eg fari til arbeiðis, er tað fantastiskt eisini at hava útbúgving sum námsfrøðingur, tí eg brúki tað dagliga í mínum arbeiði sum lærari og í ungdómshúsinum.

Í skúlanum arbeiðir hon serliga við teimum vísindaligu lærugreinunum og tekur sær eisini nógv av serøkinum. Tað er serliga tann kreativa tilgongdin, ið henni dámar væl at arbeiða við. Hon sigur, at hon helst má føla arbeiðið hjá sær, at tað skal alla tíðina henda okkurt, og so elskar hon buldur og brak. Undirvísingin skal ikki bara vera spennandi hjá næmingunum, men eisini hjá læraranum.

- Eg sleppi at brúka báðar mínar útbúgvingar í mínum arbeiði. Tað er so nógv um, hvussu man ger tingini, og hvussu man brúkar hugflogið til at skapa nakað, sum riggar til ávís børn. Vit eru øll so ymisk og hava øll ymiskan tørv, og tá er tað nevniliga so spennandi at finna út av, hvat ið riggar til hvønn, og hvussu eg kann gera fyri at fáa øll við. Mær dámar væl at finna loysnir, tað er millum annað tað, sum ger arbeiðið so spennandi fyri meg. Eg havi so nógv hugskot, at um plan A ella B ikki riggar, so havi eg eitt heilt stavrað, sum eg kann fara eftir.

Tað er stórur munur á fólkaskúlanum í Føroyum og í Venesuela, greiðir hon frá. Í Venesuela er tað eitt heilt annað trýst á børnunum um at avrika, og longu í fyrsta flokki verður byrjað við royndum og verkætlanum.

- Tað er eitt ótrúligt trýst longu frá fimm ára aldri at fara til royndir og gera framløgur, og tað er ein stór gjógv millum 1. flokk har og her heima, har innskúlingin byrjar við at læra umhvørvið at kenna og tað at ganga í skúla, greiðir hon frá.

At vera skúlatroyttur er eitt hugtak, sum ikki er til í Venesuela, tað er eitt evropeiskt orð.

- Longu sum 16 ára gomul vita øll, hvørja útbúgving tey skulu hava, ikki líka sum her, at man roynir seg eitt sindur fram. Har er tað meira knívskorið, og av tí at støðið er so høgt at sleppa inn á tær vælumtóktu útbúgvingarnar, leggur tað eitt stórt trýst á tey ungu. Eg haldi, at tað er lættari at vera barn og ganga í skúla í Føroyum; her meini eg við, at tað er ikki líka tungt hjá teimum ungu at ganga í skúla. Tað er ikki, fyrr enn tey koma í tær eldru deildirnar, at meira verður kravt av teimum. Sum eg síggi tað, kemur alt í einum um 9. flokk, og tí skilji eg væl, at tey ungu gerast skúlatroytt. Eftir mínum tykki hevði ein javnvág millum skúlagongdina í Venesuela og Føroyum riggað best fyri tey ungu.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2017, sum kom út í desember.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.