Tíðindi

Lærugreinirnar býttar í fýra øki

Ein rættiliga kollveltandi broyting, sum arbeiðsbólkurin, ið hevur viðgjørt broytingar í fólkaskúlalógini, skjýtur upp, er at broyta tíma- og lærugreinabýtið og skipa tað prosentvíst í fýra fakøki.

25.05.2023

Fakøkini, sum arbeiðsbólkurin metir eiga at vera, eru:

1. mállærugreinir, sum fevna um føroyskt, danskt og enskt.

2. náttúruvísindi, sum fevna um støddfrøði, heimstaðarlæra, náttúra og tøkni, alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði

3. mentan og samfelag, sum fevna um kristnikunnleiki, søga og samtíð, samfelagsfrøði og landalæra

4. likamlig og skapandi læring, sum fevna um ítrótt, sang, tónleik, tilevning, handarbeiði, smíð og heimkunnleika, í hádeild ítrótt og vallærugreinir innan handaverk og list og týskt

Somuleiðis verður mælt til, at lærugreinabýtið verður  gjørt fyri hvønn undirvísingarpart. Undirvísingarpartanir fevna um grunddeildina, miðdeildina og hádeildina. Aftrat hesum verður mælt til, at alis- og evnafrøði verður kravd lærugrein í hádeild, 7. – 9. flokki, og at tað verður ásett, at tað í mesta lagi kunnu vera 12 næmingar í sambandi við náttúru og tøkni og alis- og evnafrøði eftir somu skipan sum í handaligu og verkligu lærugreinunum.

Í frágreiðingini, sum er gjørd í sambandi við tilmælini, verður víst á, at býtið millum lærugreinapartarnar í fólkaskúlanum er ógvuliga ójavnt millum ymsu fakøkini, har mállærugreinir eiga størsta partin av undirvísingartíðini, 54,6% av samlaðu undirvísingartímatalinum, meðan náttúruvísindaligi parturin er 29,5%, ítróttur 6,4% og handaverk og list 9,5%.

Ein orsøk er, at vit hava eitt mál meira, har dansk er kravd lærugrein frá 3. flokki, men ein onnur orsøk er, at vit hava fleiri tímar í móðurmálinum og eisini skulu læra danskt til lítar, sum ásett í § 11 í heimastýrislógini.  

Arbeiðsbólkurin hevur gjørt eina umraðfesting, har roynt verður at fáa eitt javnari býti, serliga millum hugvísindaligu- og náttúruvísindaligu lærugreinarnar. Eisini er annað fakbýti gjørt enn í galdandi fólkaskúlalóg, har mentan og samfelag er ein bólkur og somuleiðis likamlig og skapandi læring.

Áherðsla er løgd á eitt ávíst frælsi hjá skúlunum at kunna raðfesta innan teir fýra lærugreinapartarnar. Samstundis sum mælt verður til, at leiðsla skúlans saman við læraratoyminum virkar fyri at møguligt verður at røkka málunum í námsætlanunum innan fyri ásetta vikutimatalið. Leiðsla og toymi gera lærugreinabýtið í t.d. mállærugreinunum, har málini verða nádd og undirvísingin verður skipað  eftir tørvi og evnum, ið verða viðgjørd í ávisa flokkinum. Mett verður, at í ávísum lærugreinum fylla verðandi námsætlanirnar ov nógv og eru ov stýrandi niður í smálutir, har tað eru ov nógv einstøk mál, ið skulu náast. Hetta kann forða fyri arbeiðnum við sjálvvaldum evnum, evniskunnandi undirvísing og fjølbroyttum arbeiðshættum. Hetta er eitt mál, ið eigur at verða viðgjørt í sambandi við, at námsætlanirnar verða endurskoðaðar, verður sagt í frágreiðingini.

Afturmeldingarnar eftir, at nakrar broytingar vóru gjørdar í fólkaskúlalógini í 2019, soleiðis, at tímar kundu flytast frá eini lærugrein til aðra, eru, at skúlaleiðarar eru sum heild væl nøgdir við henda møguleika. Hetta gevur teimum ávíst frælsi at leggja til rættis, tá ið talan er um tørvin í einstaka flokkinum. Skúlaleiðarar halda tó, at skipanin er ov stirvin, m.a. tí at teir ikki kunnu umskipa tímar í lærugreinini føroyskum, sum hevur hægsta tímatalið. Leiðslurnar ynskja at fáa meira frælsi at leggja til rættis í egnum skúla. Lærarar í lærugreinunum, sum bara hava tveir tímar um vikuna, vísa tó á, at tíðin til t.d. landafrøði er skert til ein tíma um vikuna, so er ómøguligt at náa somu málum.

Arbeiðsbólkurin heldur, at ein gongd leið er at raðfesta tíma- og lærugreinabýtið í prosentstigum í lærugreinabólkunum, sum fer at geva einstaka skúlanum størri frælsi og ábyrgd at skipa tímatalið í lærugreinum, so tað styðjar undir bæði fakliga og trivnaðarliga tørvin í einstaka flokkinum.

Í frágreiðingini við tilmælum, sum var handað landsstýrismanninum í gjár, er tíma- og lærugreinabýtið nágreinað. Frágreiðingin við tilmælum er ætlað sum grundarlag undir orðaskifti á tingi í sambandi við ætlaðar broytingar, sum skulu gerast í fólkaskúlalógini.

Arbeiðsbólkurin fór til verka í november 2021; umboð fyri Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagið, Fólkaskúlaráðið, Felagið Heim og skúla, Námsvísindadeildina, Kommunfelagið, Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Barna- og útbúgvingarmálaráðið hava sitið í bólkinum. Frágreiðingin við tilmælum var handað landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum mikudagin.

Savnsmynd

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.