Tíðindi

Lærugreinaráðgevar verða settir aftur

- Ætlanir mínar eru at seta pening av svarandi til í fyrstu atløgu hálvt starv, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna

24.05.2017

Tá ið úrslitið av seinastu PISA-kanningini varð almannakunngjørt, segði landsstýriskvinnan við skúlamálum, at tað var ikki heppið, at eingir ráðgevar eru til taks at ráðgeva lærarum í ymsu lærugreinunum. Áður vóru ráðgevar í ymsu lærugreinunum í starvi á Landsmiðstøðini, sum í dag er løgd saman við øðrum stovnum; síðan samanleggingina hava eingir ráðgevar verið. Vit hava spurt landsstýriskvinnuna, hvørjar ætlanir hon hevur í hesum sambandi.
- Ætlanir mínar eru at seta pening av svarandi til í fyrstu atløgu hálvt starv, so vit fáa sett nakrar lærarar sum ráðgevar nakrar tímar um vikuna. Hetta skulu vera lærarar, sum starvast úti í fólkaskúlanum, men sum fáa umstøður til at ráðgeva skúlum og myndugleikum innan teirra fakøki. Hesir lærugreinaráðgevar vóru í síni tíð settir á táverandi Landsmiðstøðini, men eru í skipanini hjá Námi blivnir burtur sum ráðgevar, tí hava vit eisini umrøtt, hvat tilknýti í skipanini hesi fakráðgevastørvini skulu hava, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Jacob Eli S. Olsen, sum undirvísir í øllum náttúruvísindaligu lærugreinunum í Eysturskúlanum í Havn á 16. ári, heldur, at stórur tørvur er á lærugreinaráðgevum. Í grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum sigur hann, at ein av uppgávunum hjá lærugreinaráðgevunum eigur at vera at varpa ljós á ymsu lærugreinirnar.
- Nú er alt á gosi um, at okkara næmingar kláraðu seg illa í náttúruvísindum og nógv sjálvrannsakan; so gongur tíðin, og kjakið um náttúruvísindi minkar og kanska hvørvur, til vit aftur skulu upp í roynd í náttúruvísindum. Hvør skal halda lív í kjakinum, soleiðis at vit ikki missa tað burtur? Eftir mínum tykki eiga tey, sum eru sett at taka sær av náttúruvísindum á Námsvísindadeildini, at halda lív í kjakinum og taka stig til batar, tí hesi hava umstøður og tíð at koma runt í skúlaskipanini og skúlunum. Vit eiga ikki at undirmeta týdningin av, at tað er onkur, sum gongur á odda og kveikir innan náttúruvísindi. Ein annar stovnur, sum kundi gingið á odda, var ein lærugreinaráðgevi, sum kundi verið á Námi. Lærugreinaráðgevin hevði stóran týdning, tá ið hann var; hann var ein kveikjandi miðdepil í øllum, sum hevði við lærugreinina at gera. Tað er stórur saknur í lærugreinaráðgevunum. Tey, sum ganga á odda, mugu vera fleiri, tí ein einsamallur persónur orkar tað ikki.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.