Tíðindi

Lærarin er týdningarmikil

Trívist lærarin, so smittar tað av til næmingarnar. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

23.04.2019

Føgur orð um, at fólkaskúlin er grundarlagið undir læring og menning hjá tí einstaka, og at hann er mikil kveikjari og læringsrúm fyri samfelagsligari luttøku og tilvitan hjá tí einstaka næminginum, eiga eisini at síggjast aftur í politisku málunum og fíggjarligu raðfestingunum.

Soleiðis segði okkara skúlamálaráðharri í røðu síni á aðalfundinum 6. apríl. Hetta eru føgur orð, ið vit vóna ljóma aftur í ráðnum, tá samráðingar verða um ikki so langa tíð. Eisini vóna vit, at fleiri av teimum tankum, ið ráðharrin nevndi, verða verandi eftir í Mentamálaráðnum, sama hvør tekur við eftir komandi løgtingsval.

Lærarar, ið eg tosaði við, vóru á einum máli um, at røðan hjá Honna Jensen var góð, viðkomandi og kveikjandi. Lærarar sótu eftir við kensluni av, at hetta var ein ráðharri, ið hevði nakað upp á hjarta, sum vil broytingar, men sum hevur avmarkaða tíð.

Eitt, ið eg serliga beyt merki í, var, at hon tosaði nógv um týdningin av sambandinum millum lærarar og næmingar. Hetta er grundarsteinurin undir læring. Hon kom inn á orðið góðskutrygging, hvussu kunnu vit góðskutryggja gott samband, tað ber ikki til, og eiga vit heldur ikki at gera tað. Vit kunnu arbeiða við at tryggja okkum eina góða undirvísing, og tað verður eisini gjørt. Lærarar kring alt landið fara hvønn dag til arbeiðis og leggja góða undirvísing fyri dagin. Lærarar hava tað við at seta tørvin hjá næmingunum fram um egnan tørv. Hetta er ikki altíð so heppið, tí tørvurin á góðum arbeiðsumhvørvi má ikki undirmetast. Trívist lærarin, so smittar tað av til næmingarnar.

Hanna Jensen var vítt um í undirvísingarverkinum, hon vísti til skúlavitjanir, broytingar í fólkaskúlalógini, útbúgving, námsætlanir, ráðgeving o.s.fr.

Hon sigur m.a. soleiðis:

Umframt lærugreinabýtið, so eru tað nógv onnur viðurskifti, sum vit áttu at umrøtt bæði bygnaðarliga og innihaldsliga. Vit hava í nógv ár tosað um at skipa størri skúlaeindir við skúlasamstarvi og skúlasamlegging, men vit hava hvørki gransking ella frágreiðingar, sum lýsa, hvat er best, og hvat er mest umráðandi, og tí styðja vit okkum oftast til tað, sum verður gjørt í øðrum londum, serliga í Danmark.

Eg kundi ikki verið meiri samd. Hví er tað so, at okkara skúlaverk skal skipast eftir, hvat onnur lond hava roynt ella eru í ferð við at royna? Hví byggja vit ikki á okkara egnu gransking um, hvat riggar hjá okkum? Hetta skal als ikki skiljast soleiðsi, at vit skulu uppfinna tann djúpa tallerkin, men vit mugu hyggja at honum og meta um, hvørt hann passar til okkara endamál.

Tað hevði verið ein fragd at upplivað, at okkara skúlaverk var bygt á vitan heldur enn gitan.

Eg fari at enda hesa grein við hesum orðum:

At undirvísa merkir at tora at váða nakað, at vera menniskjaligur, og at góðtaka tann grundleggjandi veikleikan, sum liggur í hesari týðandi og kreativu tilgongdini, sum vit kalla læring og útbúgving. Og tað er ikki nakað, sum vit kunnu tryggja í excelørkum ella í eftirmetingarskjølum.

Niðurstøðan er, at undirvísing snýr seg so ella so fyrst og fremst um sambond millum menniskju.

 

Takk fyri ein góðan og g


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.