Tíðindi

Lærarar í Danmark duga at skapa arbeiðsfrið

97 prosent av lærarunum í Danmark halda, at teir hava tamarhald á órógvandi atferð í flokkinum; tað er nógv fleiri samanborið við talið av lærarum í øðrum londum. Hetta kemur fram í stórari altjóða kanning. Í kanningini verða serliga hugt at hádeildini. Samanborið við onnur lond brúka lærarar í Danmark nógv meiri tíð at stýra næmingunum í grunddeildini, enn teimum nýtist at gera í hádeildini.

23.08.2019

Tað er Pisa-skrivstovan hjá OECD, sum í juni almannakunngjørdi fyrsta partin í eini stórari altjóða Talis-kanning frá 2018, sum byggir á svar hjá lærarum og skúlaleiðarum í einum drúgvum spurnablaði. 48 lond tóku lut í kanningini.

Kanningin vísir, at donsku lærararnir megna at brúka meginpartin av tíðini, umleið 82 prosent, í hvørjum einstøkum undirvísingartíma til tað, hon er ætlað, nevniliga at undirvísa og at næmingarnir læra. Tað er nakað hægri enn OECD-miðaltalið, sum í løtuni er 78 prosent.

Lærarar, sum arbeiða í hádeildini, eru í miðal 44 ára gamlir – neyvt sama aldur sum miðalið í OECD; 60 prosent eru kvinnur. 62 av teimum hava havt lærarayrkið sum fremsta yrkisval samanborið við 67 prosent í OECD. Skúlaleiðararnir eru í miðal 51 ára gamlir, samanborið við 52 í OECD. Eittans 35 prosent av teimum donsku skúlaleiðarunum eru konufólk, samanborið við 47 prosent í OECD sum heild.

Síðan seinastu Talis-kanning frá 2013 er tíðin, sum danskir lærarar brúka til floksleiðslu, minkað við tveimum prosentum. Aðrar kanningar vísa, at lærarar í grunddeildini brúka munandi meiri tíð at fáa frið í flokkin samanborið við í hádeildini. Talis-kanningin vísir, at samband er millum fatanina hjá lærarunum av, hvussu teir megna at leiða flokkin, og hvussu nógva tíð teir brúka at fáa frið í flokkin. Lærarar, sum kenna seg á tryggari grund, tá ið talan er um floksleiðslu, brúka minni tíð til at fáa frið í flokkin, sambært kanningini.

99 prosent av teimum donsku lærarunum halda, at teir og næmingar teirra sum heild koma væl út av tí saman; umleið 5 prosent av donsku skúlaleiðarunum boða regluliga frá happing millum næmingar samanborið við OECD-miðalið, sum er 14 prosent.

Í Talis-kanningini hava lærararnir svarað eini røð av spurningum, sum samanlagt geva eina mynd av teirra self efficacy. Og tað er serliga her, at danskir lærarar skilja seg út, tí ikki minni enn 97 prosent av lærarunum halda, at teir megna ella megna væl at hava tamarhald á ófriðarligari atferð í flokkinum.

Nærum 99 prosent av lærarunum halda, at teir duga væl at fáa næmingarnar at trúgva uppá, at teir klára seg væl í skúlanum, men tá ið talan er um førleikarnar hjá lærarunum at gera góðar spurningar til næmingarnar, so eru tað færri lærarar nú samanborið við í 2013, sum halda, at teir duga tað væl. 93,6 prosent av lærarunum halda, at teir eru á góðari leið, tá ið talan er um tað; hóast ein minking, so er talið framvegis høgt.

Umleið 260.000 lærarar í 48 londum hava svarað spurningunum í Talis-kanningini. Í Danmark er talan um skúlaleiðarar og umleið 2000 lærarar í hádeildini úr 140 barnaskúlum, almennum og privatum.

Kelda: folkeskolen.dk

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.