Tíðindi

Lærarar og námsfrøðingar í forskúlanum á jøvnum føti

Í forskúlanum í Skúlanum á Fløtum hava tey bara góðar royndir av samstarvinum millum lærarar og námsfrøðingar. Tað siga Eyvind Akraberg Hansen, lærari, og Katrin Lindberg Mortensen, námsfrøðingur.

10.05.2022

Lærarin og námsfrøðingurin í forskúlanum hava hálvan flokslæraraleiklut í part. Tað merkir tó ikki, at tey býta børnini ímillum sín, tí tað eru fleiri vansar enn fyrimunir við.

- Vit avtala í hvørjum einstøkum føri, hvør ger hvat. Tað kunnu vera børn, sum knýta seg tættari at mær, og tað kunnu vera onnur børn, sum knýta seg tættari at Katrin, sigur Eyvind Akraberg Hansen.

Eisini tá ið talan er um innihaldið, eru starvsfólkini á jøvnum føti. Námsfrøðingurin er líka nógv uppi í tí fakliga, sum lærarin, og lærarin er líka nógv í tí, sum hevur við trivnað og tað sosiala at gera, sum námsfrøðingurin. Tó eru allar uppgávurnar býttar út, soleiðis at tað er ásett hvør ger hvat hvønn dag; lærarin tekur sær av talfatan og námsfrøðingurin av málmenningini.

- Hóast tað er ásett, er tað ikki so knívskorið, tí vit blanda okkum upp í økini púra natúrliga. Alt flættast inn í hvørt annað, og er annað okkara ikki til arbeiðis, tekur hin yvir. Sumt dugir og tímir annað okkara betur, og tað liggur betur fyri hjá tí. Samanlagt eru vit bæði um flokkin á jøvnum føti, og hesin leisturin riggar væl. Vinningurin við hesum er eisini, at vit ongantíð verða troytt av uppgávunum, tí tær eru so ymiskar, og eingin dagur er líka, sigur Katrin Lindberg Mortensen.

Skúlin á Fløtum hevur tveir forskúlaflokkar við í alt 47 børnum hetta skúlaárið; pláss er fyri einum flokki aftrat. Tey eru tríggir lærarar og fýra námsfrøðingar um øll børnini. Normeringin er eitt starvsfólk fyri hvørji 9 børn, og raðfylgjan er lærari og síðan námsfrøðingur. Nøkur børn hava stuðul. 1. februar vóru 53 børn innskrivað til forskúlan komandi skúlaár, men innskrivingin er ikki liðug.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2022


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.