Tíðindi

Læraradagar í Norðurlandahúsinum 6. og 7. november 2018

Evnið á ráðstevnuni verður Tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning – við atliti at fólkaræði og dannilsi.

10.10.2018

Sum lýst av ST eru Heimsmálini galdandi frá 2015 til 2030. Endamálið við Heimsmálunum er at skapa ein betri heim, og at fáa eina greiðari fatana og størri tilvitsku hjá hvørjum einstøkum borgara - eisini í Føroyum.

Til endamálið hevur Nám gjørt eina temasíðu á undirvísingarportalinum Snar.

- Hugsanin hjá okkum við hesum evni á læraradøgunum í ár er, at geva leiðslum og lærarum íblástur til at arbeiða við Heimsmálunum í undirvísingini, við ymsum evnum og ymsum hættum, sigur Wenche Andreasen, sum er samskipari av tiltakinum.

- Skráin er tann sama báðar dagarnar. Pláss er fyri umleið 400 luttakarum hvønn dagin og tilsamans koma vanliga yvir 800 skúlafólk, sum dagliga virka í fólkaskúlanum, bæði til fakliga kunning og íblástur, sigur Wenche.

Dagurin verður skipaður við fýra felags framløgum í høllini og níggju verkstovum, sum vera í øðrum hølum í Norðurlandahúsinum. Hvør luttakari skal melda seg til tvær verkstovur, eina fyrrapartin og eina seinnapartin.

Skráin við kunning um fyrilestrar og verkstovur/framløgur kann lesast her: https://snar.fo/fileadmin/00_filagoymsla/01_filar/04_Tema_og_tvoergreinalig_evni/laeraradagar/Vika_45_Kunningarskriv.pdf

Myndina av Norðurlandahúsinum tók Broadstone AS.

Vinarliga setið tykkum í samband við Nám um spurningar ella ivamál eru. Tit kunnu ringja ella skriva beinleiðis til Wenche Andreassen, 555170 ella wenche@nam.fo .

Nám og MMR


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.