Tíðindi

Lopfjølin á fíggjarlógina

Samstarvið, ið var millum Tórshavnar kommunu, Mentamálaráðið, Sernám, Margarinfabrikkina í Havn og Barnaverndartænastuna er farið frá einum prosjekti, sum í fyrstani kravdi tímajáttan til at fáa gongd á, til at vera eitt tilboð

02.11.2017

Lopfjølin, sum Barnaverndartænastan, fólkaskúlarnir og Margarinfabrikkin samstarva um, hevur fingið 450 túsund krónur á fíggjarlógini hjá kommununi á fíggjarlógini í 2018. Hetta er eitt tilboð til børn og ung við ymsum sosialum avbjóðingum, ið hava trupulleikar við at ganga í skúla, so at tey antin kunnu fara aftur í skúla ella standa eina 9. floks próvtøku.

Úrslitini higartil hava verið avbera góð, og hetta eigur at halda fram, heldur Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur og býráðslimur, sum er limur í Trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.

Kontinuteturin í tilboðnum er, at fastur lærari undirvísir hesum børnum og ungum við sosialum avbjóðingum, og sambært Bjørghild Djurhuus er tað ógvuliga umráðandi, at tað eru professionell fólk, ið eru um tey. Tað er ein tryggleiki hjá teimum at síggja tey somu andlitini, og endamálið er at fáa tey aftur í sín flokk í skúlanum, at fáa tey víðari á leiðini, so at tey ikki steðga upp.

Børnini og tey ungu verða knýtt at sínum heimaflokki, so tey ikki verða slept upp á fjall.

- Alt í alt haldi eg, at tað er ein sólskinssøga, at vit taka hond um tey, og øll fyribyrging er altíð kærkomin, sigur Bjørghild Djurhuus.

Tað er ikki altíð so lætt í politiskum høpi at fáa pengar játtaðar til fyribyrging, tí at tá ið tey reyðu tølini koma á botnlinjuna, vakna tey avvarðandi og spyrja: Hvat hendir her?

- Hetta er eitt fyribyrgingartiltak. Hetta er fyribyrging á tignarligasta stað, og tað er tað, eg haldi, at vit øll í øllum lívsins viðurskiftum eiga at fyribyrgja, at tað verður til nakað meir og verri.

Sum politikari, fyrrverandi forkvinna í Trivnaðarnevndini og nú limur, heldur Bjørghild Djurhuus, at alneyðugt er, at øll standa saman um hesi børnini og ungu, og at nú verða pengar játtaðir til at fyribyrgja.

- Tað havi eg ikki so ofta verið úti fyri, hvørki í mínum yrki sum heilsufrøðingur ella politikari, og tí haldi eg, at hetta er ein sólskinssøga.

Bjørghild Djurhuus leggur dent á tann veruleika, at Barnaverndin er ofta negativt lødd hjá fólki, men við einum tilboð sum Lopfjølini er tað eisini veruleiki, at Barnaverndin er ein ógvuliga týðandi partur av samstarvinum millum Tórshavnar kommunu, Mentamálaráðið, Sernám, Margarinfabrikkina í Havn og Barnaverndartænastuna.

Hetta er í roynd og veru ein positiv søga.

Myndin:

Sum politikari, fyrrverandi forkvinna í Trivnaðarnevndini og nú limur í nevndini heldur Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, at alneyðugt er at standa saman um børn og ung við sosialum avbjóðingum, og at nú verða pengar játtaðir til at fyribyrging

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.