Tíðindi

ListaMeldur í skúlanum!

Tað hendir nógv í fólkaskúlanum. Eldhugaðir lærarar leggja høvdið í blot og bróta upp úr nýggjum. Eitt av hesum nýggju tilboðum er ListaMeldurin. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

13-07-2021

Á heimasíðuni hjá Námi verður sagt, at ListaMeldur er eitt afturvendandi tiltak í marsmánaði, sum endar við einum stórum, árligum listafagnaði ein ávísan dag. Hendan dagin seta børn og ung kring allar Føroyar myndlist á breddan við eini ørgrynnu av listaligum tiltøkum og framsýningum úti á skúlunum. Endamálið við árliga tiltakinum er at varpa ljós á tær handaligu og tónlistaligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, harav serliga myndlist.

Harafturat er endamálið við ListaMeldri eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivnað hjá einstaka næminginum og at kveikja og geva íblástur.

Henny Dánialsdóttir, fólkaskúlalærari, sum er ráðgevi í handaverki og list í Námi, stendur fyri ListaMeldri.

Øll kunnu vera við í Listameldrinum, t.d. skúlar, eftirskúlar og Læraraskúlin, og øll skulu kenna møguleikan at uppliva gleðina við at skapa, sum júst er eitt av berandi endamálunum við ListaMeldri, verður sagt í Námi.

Á heimasíðuni ww.nam.fo stendur eisini soleiðis at lesa: “ListaMeldur leggur upp til, at lærarar og næmingar fara út og í felag verða sjónlig við listini í almenna rúminum. Tað kann vera at gera eina tvørfakliga verkætlan, arbeiða við litlæru, læra at tekna andlit, ella mála ein heilan húsavegg, tað er púra upp til tykkara. Einki er ov lítið, og einki er ov stórt. Tað ljóðar øgiliga háfloygt, men í veruleikanum varpar ListaMeldur bara ljós á tað, tit longu gera úti á ymsu skúlunum, sigur Henny Dánialsdóttir, sum umframt at vera fakligur ráðgevi í Námi, eisini undirvísir í myndlist á Listabreytini í Nám X.” 

Tað er hugaligt at staðfesta, at lærarar seta tær handaligu og tónlistaligu lærugreinarnar á dagsskránna við tiltøkum sum hesum. Hesar lærugreinar hava síðstu árini verið við sviðusoð, tí tímajáttin til skúlarnar er so pírin. Úrslitið er, at næmingar í ov lítlan sleppa at royna síni seg í hesum lærugreinum, og tað er ógvuliga spell og óheppið.

Tær handaligu og tónlistaligu lærugreinarnar hava eins og allar hinar lærugreinarnar í fólkaskúlanum stóran týdning. Tær eru við til at tryggja eitt fjøltáttað undirvísingartilboð, har næmingarnir kunnu royna sítt flog upp á nógvar ymiskar mátar. Tað handaliga og tónlistaliga hevur týdning í øllum mentanum, og tað er eingin ivi um, at tað eisini í Føroyum eru nógvir ungir listaspírar. Tað er okkara skylda, at hesir næmingar í fólkaskúlanum sleppa at brúka síni evni, tí fleiri av teimum fara so avgjørt at vera sjónlig við síni list seinni í lívinum.

Tað ber til at lesa meira um ListaMeldur inni www.nam.fo og www.listameldur.com.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.