Leys størv

Leys størv í Sands skúla

Hesi størv eru leys at søkja í Sands skúla skúlaárið 2018/2019:

Tíðaravmarkað lærarastarv fyri lærara í farloyvi
Tíðaravmarkað lærarastarv vegna lækkað tímatal og møguligar avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. okt.

Námsfrøðiligt tíðaravmarkað starv, 20 tímar um vikuna, til næming við serligum tørvi.

Lærarastarvið er lønt sambart avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2

Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið.

Vit vænta av tær, at tú:

hevur læraraútbúgving, námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir
er fyrikomandi og samstarvshugað/ur
vil vera við til áhaldandi at menna skúlan
hevur hug og førleikar at arbeiða við KT

Harafturat skal lærarin hava førleika at átaka sær at:

verða KT vørður
undirvísa í ítrótti og svimjing
undirvísa í øllum lærugreinum í 1. til 5. flokk

Umsóknir við avriti av prógvi, cv og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. juni 2018 kl. 12.00 Umsóknir skulu sendast til:

Sands skúli

Heimasandsvegur 96

210 Sandi

ella við telduposti til  sands.skuli@skulin.fo

Meiri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við skúlaleiðaran, Betty Hansen á tlf. 361647 ella 580791 ella við telduposti til betty.hansen@skulin.fo

Í Sands skúla fara at ganga, komandi skúlaár, uml. 50 næmingar í 1. – 5. flokki


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.