Tíðindi

Lesiátøk kunnu geva næmingum eitt skump í lesimenningini

Átøkini hava týdning, tí hetta eru løtur, har allir næmingarnir lesa, og tú fært fylgt við, hvussu tað gongur teimum at lesa. Tað heldur Katrin Dagbjartsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum.

24.11.2021

Tvær ferðir um árið skipar Skúlin á Fløtum fyri lesiátøkum. Katrin Dagbjartsdóttir, lærari í grunddeildini, heldur, at átøkini hava týdning og kunnu menna næmingin sum lesara.

- Átøkini hava týdning, tí hetta eru løtur, har allir næmingarnir lesa, og tú fært fylgt við, hvussu tað gongur teimum at lesa. Børnunum dámar væl, tá ið ein vika ella so verður sett av til lesing. Børn, sum lesa raðið, lesa í frítíðini, meðan børn, sum ikki lesa væl, lesa vanliga ikki í frítíðini. Tí kunnu lesiátøk geva næmingum eitt skump í lesimenningini.

Skúlin á Fløtum hevur ein greiðan hugburð til týdningin at lesa, og mennist næmingurin ikki nóg væl og skjótt sum lesari, verður sett inn saman við foreldrunum. Fær barnið við lesitrupulleikum ikki venjing heima, er uppgávan væl torførari at fáa barnið at lesa raðið.

- Hevur tú nógvar tímar saman við næminginum, kanst tú fáa lesingina upp á pláss, men mangan er neyðugt at fara úr flokkinum við næminginum og geva honum eyka hjálp, spæla við ljóð og annað, sum skal til. Vit hava væl skikkað fólk í skúlanum, serlærarar, lesivegleiðarar, orðblindalærarar og onnur, sum eru sera dugnalig at fáa glið á lesingina hjá næmingum, sum halta aftaná í lesing, og staðfesta, hvar trupulleikin hjá næminginum er. Summir næmingar fáa CD-orð á telduna longu í triðja flokki, og tað hjálpir teimum sera væl.

Tað, sum fyllir mest í undirvísingini, eru næmingarnir, sum ikki eru skjótir at lesa. Næmingurin, sum hevur ilt við at læra at lesa, fær eyka hjálp; best dámar Katrini Dagbjartsdóttur, at tað verður farið út úr skúlastovuni við næmingum í bólki, og at tað ikki altíð eru teir somu, sum fara út.

- Hóast nógv verður sett inn, og næmingarnir fáa nógva venjing, so tekur tað tíð hjá summum at læra at lesa. Ikki minst tá er foreldrasamstarvið sera umráðandi; tað kann gera allan munin, at tað verður lisið nógv heima. Mín varhugi er, at nógv foreldur lesa fyri børnum sínum. Eg heiti á foreldrini lesa lættan tekst við børnunum fyri at fáa orðini inn umframt stuttligar og spennandi bøkur fyri at víðka orðfeingið og fanga áhugan hjá barninum. Børn, sum eru von við, at tað verður lisið fyri teimum, hava ein greiðan fyrimun; tey hava stórt orðfeingi og kenna orðamyndirnar. Tey duga eisini betur at hugsavna seg og sita still.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.