Tíðindi

Lesiringurin á Giljanesi

Nøkur teirra kendust ikki áðrenn, men eru nú komin at kennast væl. Hetta er ein positivur felagsskapur, og tey hava tað hugnaligt saman.

24. mai 2019

Í skúlanum á Giljanesi hava næmingar sjálvir tikið stig til at skipa fyri einum lesiringi. Tær vóru fýra gentur, sum sjálvar byrjaðu ein lesiring, tí teimum dámar væl at lesa. Tær byrjaðu tí at avtala at lesa eina ávísa bók, og síðani at møtast og tosa um bókina. Hesar genturnar settu seg síðani í samband við Oddmar Ravnsfjall, sum er bókavørður í Skúlanum á Giljanesi. Tær ynsktu at fáa hann at hjálpa teimum at víðka um lesiringin. Nakað fyri jól byrjaði “Lesiringurin á Giljanesi”, og nú eru tey 14 næmingar tilsamans úr 6. til 10. flokki.

Tey lesa bert føroyskar bøkur. Hetta er eitt tilvitað val, tí næmingarnir vilja betra um føroyska málið og málburð teirra. Fleiri teirra hava annars fyri tað mesta lisið enskar bøkur, men tey eru samd um, at tað hevur við sær, at man fer at duga verri at málbera seg á føroyskum. Ein genta segði, at tá hon byrjaði at lesa enskar bøkur, fóru próvtølini í enskum upp. Men nú hon er byrjað at lesa føroyskar bøkur, eru próvtølini í føroyskum eisini farin upp. Ein onnur genta sigur, at fyri hana er hetta sera motiverandi, tí hon hevur ikki lisið so nógv, og hevur ofta havt trupult við at lesa eina bók lidna, men nú hevur hon eitt endamál við at lesa bókina lidna.

Í lesiringinum avtala tey, hvørja bók tey skulu lesa, og nær hon skal vera liðug. Onkra bók hava tey sjálvi valt, og onkra hevur Oddmar valt út frá, hvørja hann heldur vera hóskandi, og hvussu tær eru at fáa fatur á. Tey hava lisið Harry Potter, Artemis Fowl og Hobban. Tá tey møtast at tosa um bókina, hava tey 10 spurningar, sum tey tosa um (Spurningarnar hava tey lænt frá lesiringinum í Sørvági). Spurningarnir eru hesir:

Dámdi tær bókina? Hví/Hví ikki?

Um tú skuldi mett um bókina frá 1 til 10, hvat hevði tú so mett hana til?

Hvønn persón í bókini dámdi tær best, og hví?

Hvønn persón í bókini dámdi tær ringast, og hví?

Kendi tú teg aftur í nøkrum persóni? Hvussu?

Hvussu dámdi tær skrivingarlagið hjá rithøvundanum? Er nakað brot ella nøkur regla úr tekstinum, ið tær dámdi serliga væl?

Um tú kundi broytt okkurt við bókini, hvat skuldi tað so verið? Var nakað tú ilskaðist inn á, ella var okkurt ávíst, ið tú vónaði, fór at henda?

Um tú kundi spurt rithøvundan um okkurt viðvíkjandi bókini, hvat skuldi tað so verið?

Gjørdist tú bilsin av bókini, ella var hon løtt at rokna út? Visti tú, hvussu hon fór at enda?

Um tú skuldi lýst bókina við einum orði, hvat skuldi tað so verið?

Um filmur eisini er gjørdur um bókina, møtast tey eisini fyri at hyggja at filminum saman. Á skúlanum eru góðar umstøður, og tey plaga tá at hugna sær og hava sodavatn og poppkorn afturvið. Nøkur teirra kendust ikki áðrenn, men eru nú komin at kennast væl. Hetta er ein positivur felagsskapur, og tey hava tað hugnaligt saman. Tey halda, at hetta er ein góður máti at fáa nýggjar vinir, og at koma at kennast á ein annan hátt. Her eru tey nóg góð, júst sum tey eru, her nýtist einum ikki at hava avrikað nakað, fyri at vera kul.

Tekstur og mynd: Ragnhild Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.