Tíðindi


Les hart, og tú minnist betur

Tú minnist best tað, tú lesur hart, vísir nýggj kanning

5. januar 2018

Flestu okkara hava ivaleyst sæð upptøkur av ídnum skúlabørnum í menningarlondum, sum messa falditabellina, bókstavnir ella orð hart í kóri. Og kanska hava vit undrast um hesin gammeldags mátin at læra yvirhøvur virkar. Ella um tað gevur meining at tosa hart fyri seg sjálvan í strongdum løtum, tá tað er umráðandi at minnast okkurt avgerandi.

Nú vísir ein nýggj kanning, at tað er als ikki so býtt. At lesa tekst hart hjálpir at goyma orð í langtíðarminninum.

Tað er tann tvífalda gerðin, sum vit gera, tá vit lesa hart og hoyra okkum sjálv samstundis, ið ger allan munin, siga granskarar. Kanningin er almannakunngjørd í tíðarritinum Memory.

– Henda kanningin staðfestir, at involvering hevur stórar fyrimunir fyri, hvussu vit læra og minnast, sigur Colin M. MacLeod, professari við psykologiska instituttið við Waterloo University í Toronto, Kanada í einum tíðindaskrivi.

Tá ið vit lesa orð hart fyri okkum sjálvum, verður orðið týðiligari í langtíðarminninum, og verður lættari goymt har, greiðir hann frá. Júst hví tað er so, at vit minnast betur á henda hátt, eru granskararnir ikki so vísir í, men teir halda, at tað antin er tann motoriska kunningin vit fáa við at úttala orð, ella vissan um, at vit siga tað sjálv. Ella bæði tvey.

Í kanningini hava granskararnir kannað fýra læruhættir fyri skrivliga kunning á 95 luttakarar. Úrslitið vísir, at luttakararnir minnst mest, tá teir lósu orðini hart fyri sær sjálvum. Teir mintust minst, tá teir lósu innantanna.

Luttakararnir fingu 160 navnorð á 4 og 6 bókstavir, sum teir antin skulu lesa sjálvir, hoyra onkra lesa hart, hoyra upptøkur av, sum teir sjálvir høvdu lisið inn 2 vikur frammanundan ella lesa hart tá kanningin var. So vórðu teir bidnir um at minnast so nógv orð sum til ber. Úrslitið vísti, at luttakararnir mintust best orðini, sum teir høvdu lisið hart fyri sær sjálvum.

Henda kanningin vísir, at tað at brúka røddina meiri virkið í innlæringini er nakað nýtt og nakað sum bøtir um minnið, heldur MacLeod.

Eldri gransking hevur staðfest, at tað at lesa hart, bøtir um evnini at lesa. At lesa hart er tann týdningarmesti liðurin fyri børn og ung at læra at gerast góður lesari, vísti ein kanning frá 2000. Ein onnur kanning hevur víst, at tað eisini gagnar úttaluni og at lesa flótandi.

Les alla greinina á: https://forskning.no/pedagogiske-fag-skole-og-utdanning/2017/12/lese-hoyt-bedrer-hukommelsenhoytlesing-gjor-vi-husker

Mynd: Ólavur Frederiksen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.