Tíðindi

Leiðarin í Lonini eftir lokið starv: Míni bestu ár sum undirvísari

Fyri 6 árum síðani byrjaði sertilboðið Lonin í Vágs skúla fyri børn við serligum tørvi.

21.05.2021

Hesi árini hevur Sølvi Andreasen verið leiðari, men nú leggur hann frá sær sum lærari og leiðari, eftir at hava verið lærari síðani 1983.

- Í byrjanini var eg leiðari fyri alla oynna, men nú eru vit tveir, ein á Tvøroyri og ein í Vági. Eg var 60 ár, tá eg byrjaði í Lonini, og nú eri eg 66. Vit byrjaðu við trimum næmingum, og nú eru 16 næmingar, sigur Sølvi Andreasen.

- Sertilboðið Lonin fevnir víða. Her eru næmingar við serligum tørvi, og tað snýr seg um ADHD, autismu og annað, sigur Sølvi Andreasen, sum fegnast um viðburðirnar, ið verið hava.

- Vit mynda og broyta næmingarnar. Vit royna at menna teir. Slíkt hendir ikki eftir einum degi, men krevur miðvíst arbeiði, men eg haldi sum heild hevur eydnast væl. Vit royna at fáa næmingar at taka 9. floks prógv, men vit røkka ikki altíð á mál við tí. Hinvegin hava vit næmingar, sum ikki høvdu kunnað fullført sína skúlagongd, men her í Lonini hava vit fingið teir at fullført skúlagongdina, sigur Sølvi Andreasen.

Tá hann lítur afturá, fegnast fráfarandi leiðarin yvir tað, hann hevur sæð hesi farnu 6 árini.

- Vit síggja næmingar sum hava ment seg, persónliga og á skúlaøkinum, men eisini hava teir fingið lívsvirði, sigur Sølvi Andreasen.

Bestu árini

- Eg taki ikki munnin ov fullan, tá eg sigi, at hetta hava verið míni bestu ár sum undirvísari. Hetta hevur givið mær nógv, og eg kenni nøgdsemi. Hetta krevur nógv, bæði umsorgan og áhuga, men kenna næmingar, at ein er áhugaður, so skapar tað álit, sigur fráfarandi leiðarin í Lonini.

- Her náa vit allar næmingarnar og rúma øllum. Óivað skapar hetta nøgdsemi hjá bæði lærarum og næmingum, og ein kennir eisini, at næmingar eru glaðir fyri tilboðið og ta hjálp, teir fáa. Og her havi eg eisini merkt, at samstarvið millum foreldur og lærarar eru fyrimyndarligt. Og vit hava verið heppin, tí lærarar, sum hava verið knýttir at Lonini, hava verið góðir, og stuðlarnir hava verið framúr góðir. Uttan hesi hevði hetta ikki gingið, sigur Sølvi Andresen.

Krevjandi uppgáva

Nú Sølvi Andreasen leggur frá sær, hevur hann góðar vónir fyri Lonina, sum hann væntar er komin fyri at verða.

- Eg ynski teimum, ið halda fram her, blíðan byr. Vónandi er tann, sum tekur við, nú eg fari, áhugaður í hesum, tí annars gerst byrðan tung. Hetta krevur nógv, umframt skúlagongdina. Hetta krevur nógv sosialt og í samstarvinum við skúlaleiðslu, myndugleikar og onnur. Áhugin drívur verkið, men Lonin er komin fyri at verða, og eg vænti, at næmingatalið fer at liggja millum 15 og 20, metir Sølvi Andreasen.

Sølvi Andreasen tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1983, og var lærari í Tjørnuvík 1983-84. Síðani 1984 hevur hann verið lærari í Vágs skúla, síðstu 6 árini sum leiðari í Lonini.

Sølvi hevur í mong ár verið kvøldskúlaleiðari, men leggur nú eisini hetta starv frá sær. Hann hevur sitið í Vágs Býrað og hevur tikið ymisk skeið, og er eitt nú útbúgvin orðblindalærari.

Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.