Tíðindi

Leivur Frederiksen settur sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Leiv Frederiksen í starvið sum fyrstalærara í Velbastaðar skúla.

13-07-2021

Leivur er 40 ára gamal, tók læraraprógv í Danmark á Skårup Seminarium, journalistútbúgving á Danmarks Medie og Journalisthøjskole umframt námsfrøðiliga leiðsluútbúgving á Fróðskaparsetur Føroya.

Leivur hevur virkað sum lærari í Danmark á Oure Idrætsefterskole, í Argja skúla og í Sankta Frans skúla í Havn. Leivur hevur harumframt drúgvar leiðsluroyndir í sambandi við starvið sum journalistur, redaktørur og samskipari á tíðinda- og ítróttaøkinum í Kringvarpi Føroya tíðarskeiðið 2008-2019.

Leivur tekur við starvinum sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla tann 1. august 2021.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.