Tíðindi

Leiðsluútbúgving – á masterstigi!

Endamálið við slíkari útbúgving er, at leiðslan bæði kann verða sterkari strategiskt og hava førleika at leggja meira professionalitet í leiðslustarvið. Jákup av Skarði, næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

21. juli 2016

Í grannalondunum er master í leiðslu komið væl fram í raðfestingini, og eg hugsi, at MMR heldur eigur at leggja slíka útbúgving til rættis enn at skeita at diplomlíknandi skeiði.

Soleiðis sum Mentamálaráðið hevur skipað seg, eri eg sannførdur um, at leiðslurnar í fólkaskúlanum skulu fáa møguleikan at nema sær bestu útbúgving.

Endamálið við slíkari útbúgving er, at leiðslan bæði kann verða sterkari strategiskt og hava førleika at leggja meira professionalitet í leiðslustarvið. Hetta eigur síðani at verða grundarlag undir at styrkja og menna námsfrøðiliga partin í skúlanum.

Slík útbúgving eigur eisini at menna førleikarnar, so leiðarin hyggur at egnum tiltøkum og samantvinnar og mennir skúlan við atliti at ymsum ynskjum - og krøvum - frá starvsfólkum, næmingum, foreldrum og politikkarum.

Samstundis sum skúlaleiðslan ynskir at skapa mennandi skúlatilboð, er javnt og samt trýst frá ymsum kantum. At játtanin til fólkaskúlan er ov lítil, og at samanleggingar, ið áttu at leysgivið læraraorku til mennandi átøk, verða spard burtur, skapa trýst. At kryddað harafturat verður við alstórum sparingum innan serøkið, er bæði ørkymlandi og avbjóðandi. Til at standa ímóti og samstundis fáa sum best burturúr, hevði masterútbúgvingini í leiðslu verið hent amboð.

Kanska orsøkin, at Mentamálaráðið ikki mennir skúlaleiðslurnar, er, at tað skapar betri frið, tá ið leiðslur er órógvaðar. Men fyri at skapa fortreytir fyri mennandi tiltøkum í skúlanum, er tørvur á væl útbúnum skúlaleiðarum.

Um Mentamálaráðið bjóðar masterútbúgving í leiðslu, skapar tað grundarlag fyri, at leiðslur eisini finna í samstarv innan fólkaskúlaøkið. Felags útbúgving hevur góða synergi-effekt, samstundis sum kunnleiki og vinarbond millum skúlar kann hava við sær mennandi samstarv og øðrvísi skúlatilboð.

Tað er nú Mentamálaráðið eigur at spenna bogan og seta mál fyri fólkaskúlan! Ein sera týdningarmikil partur at røkka málinum er at bjóða leiðarum master innan leiðslu.

Um útbúgvingin verður sett í verk saman við Fróðskaparsetri Føroya, Føroya Lærarafelag og Skúlaleiðarafelagnum hugsi eg, at góðir møguleikar eru at leggja útbúgvingina til rættis, so hon hóskar mentan og krøvum í fólkaskúlanum.

Meira um evnið:
https://www.ug.dk/uddannelser/masteruddannelser/samfundsvidenskabeligeuddannelser/master-i-ledelse-af-uddannelsesinstitutioner

http://www.au.dk/evu/master/iupmlu/

Við bestu ynskjum um sterkan og avbjóðandi føroyskan fólkaskúla.

Jákup av Skarði


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.