Tíðindi

Lærarin, sum verður raktur av harðskapi, ikki nóg væl vardur

Ein tilbúgving eigur at taka við, tá ið lærari er fyri harðskapi í skúlanum.

01.03.2023

Tá ið harðskapur verður framdur í skúlanum av næmingi móti lærara, er tað fyrst og fremst næmingin, sum skúlin tekur sær av, sum natúrligt er. Tað er sjálvsagt, at skúlin hugsar um næmingin, men lærarin, sum verður raktur av harðskapinum, eigur ikki at verða gloymdur, sigur Jacob Eli S. Olsen.

- Tað, sum gongur aftur í málunum, sum hava við harðskap móti lærara at gera, er, at lærarin, sum verður raktur av harðskapinum, ikki fær ta hjálp ella tann stuðul, honum tørvar. Leiðslan í skúlanum eigur at melda tilburðin og taka sær av læraranum, tosa við hann um tað, sum er hent, lurta, hjálpa og stuðla honum. Leiðslan eigur at tryggja sær, at lærarin fær hjálp alt fyri eitt. Tá ið ein tíð er fráliðin, so eigur tilburðurin at verða viðgjørdur, lærari og leiðsla eiga at tosa um tað, sum hendi, hvussu viðkomandi hevur tað, um tillagingar skulu gerast í arbeiðsgongdum, og hvussu hann kann koma víðari. Tað er skelkandi at vera fyri harðskapi frá einum næmingi, og tað sigur seg sjálvt, at onkur tilbúgving má vera, sum tekur sær av læraranum. Leisturin er ikki so kompleksur; tað, sum krevst, er, at leiðslan sær álvaran í, at lærarin fær ta hjálp, honum tørvar. Til hetta gjørdi Lærarafelagið fyri fáum árum síðan eina vegleiðing við greiðum mannagongdum. Arbeiðir tú eftir vegleiðingini, so veitst tú akkurát, hvussu tú skalt gera sum leiðsla, tá harðskapsmál eru í skúlanum móti lærara.

Hvussu ofta harðskapur verður framdur móti lærara í skúlanum, vita vit ikki, tí tilburðirnir verða ikki skrásettir ella meldaðir. Lærarafelagið hevur í umbúna at kanna hesi viðurskiftini nærri við eini spurnakanning. Formaður Føroya Lærarafelags hevur tó ein greiðan varhuga av, at tilburðirnir eru fleiri í dag samanborið við fyri nøkrum árum síðan.

- Uttanlands vísa hagtøl, at tað kemur oftari og oftari fyri, at lærari er fyri harðskapi, sum er framdur av næmingi. Hóast vit ikki hava tøl at vísa á í Føroyum, so meti eg, at at sama gongd er hjá okkum. Fleiri lærarar og skúlaleiðarar venda sær til Lærarafelagið um hetta. Vit vita um lærara, sum er sjúkrameldaður av hesum ávum, og vit vita eisini um lærara, sum hevur sagt seg úr starvi orsakað av harðskapi, sum er framdur ímóti honum. Tá vit møta tílíkum støðum, so má tað takast í álvara, og neyðugar tillagingar mugu gerast.

Vegleiðingin sipað verður til, snýr seg um hóttanir og harðskap móti lærarum. Í vegleiðingini eru greiðar mannagongdir. Allir skúlar og álitisfólk hava fingið vegleiðingina sendandi, og álitisfólkini eru undirvíst í vegleiðingini á álitisfólkaskeiðum. Fyrst í vegleiðingini stendur hetta at lesa:

“Eftirspurningur hevur verið eftir hesi vegleiðing, men vit hava varhuga av, at leiðslur og lærarar ikki spyrja eftir vegleiðingini fyrr enn ein støða er íkomin. Hetta er ikki nóg gott, halda vit. Lærarafelagið mælir til, at starvsfólk skúlans gjøgnumganga hesa vegleiðingina, og, um neyðugt, gera sína egnu innanhýsis vegleiðing. Vit mæla somuleiðis til, at harðskapstilburðir verða skrásettir, og at skrásetingin verður goymd á skúlanum. Skrásetingin kann geva ábending um, hvussu ofta harðskapstilburðir koma fyri, og um færri ella fleiri tilburðir eru í einstaka skúlanum. Skrásetingin er eisini hent, um lærari sum frá líður fær mein av harðskapstilburði ella áhaldandi harðskapi, og talan tí verður um vinnusjúku vegna arbeiði.”

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.