Tíðindi


Lærarin skal taka keðsemi í álvara

Keðsemi kann koma í alla staðni, og øll keða seg viðhvørt. Tað er heilt vanligt, og tí er keðsemi mangan grundkor í skúlanum eins og í lívinum. Kortini eiga lærarar at taka keðsemi í álvara, sigur Ditte Dalum Christoffersen, lektari á Center for skole og læring.

12. juli 2017

Ditte Dalum Christoffersen hevur sum liður í gransking síni vitjað nógvar skúlar og tosað við nógvar næmingar um keðsemi. Hon tosaði við lærarar og næmingar og eygleiddi flokkar, meðan undirvísing var; hon leggur dent á, at tað vóru hugagóðir, hjartagóðir og dugnaligir lærarar, sum vildu næmingunum tað besta, men lærararnir møttu ikki altíð børnunum har, tey vóru, og tí høvdu nógvir lærarar ilt við at hjálpa børnunum út úr keðseminum.

- Nógv vaksin halda, at keðsemi er ein persónligur trupulleiki. Tey siga mangan, at tað er ”gott at keða seg”, at tað er trupulleikin hjá næmingunum um teir keða seg, og at teir ”skulu taka seg saman”. Tí verður sjáldan hugt afturum, hvat tað er, sum er orsøkin til keðsemi. Hví keða børnini seg? spyr Ditte Dalum Christoffersen.

Í gransking síni hevur Ditte Dalum Christoffersen greinað keðsemi hjá fýra næmingum; næmingarnir eru tríggir dreingir og ein genta. Felags fyri tey er, at tey síggja ikki meiningina í tí, tey skulu gera, og tí keða tey seg.

- Gorm spyr til dømis, hví Margreta drotning tann 1., sum livdi ’fyri hundraðtúsund árum síðan’ er áhugaverd at lesa og læra um. Onkuntíð kanst tú gera tað áhugavert við at venda spurninginum á og spyrja Gorm, hví hann heldur, at tað er viðkomandi at læra nakað um hana.

Hon vísir á, at dagsskráin hjá læraranum er ofta so innforstaðin og løgd til rættis eftir ávísum málum og skipanum, at tað er ikki pláss fyri, at næmingurin undrast. Eitt tað ringasta svarið lærarin kann geva næminginum er, at næmingarnir skulu læra tað, sum teir hava fyri, tí teir skulu upp í próvtøku í tí.

- Tey ganga í sjeynda flokki og fáa øll at vita ferð eftir ferð, at tey skulu læra nakað, tí tað er pensum í 9. flokki. Hetta svarið er oyðileggjandi og demotiverandi, tí tað er ikki eitt svar. Tað gevur teimum ikki hug at læra tað, hinvegin elvir tað til angist fyri ikki at læra tað.

Keðsemi snýr seg ikki um, hvørt undirvísingin hjá læraranum er vánalig, ella um næmingarnir bara vilja hava tað stuttligt. Granskingin hjá Ditte Dalum Christoffersen vísir, at næmingarnir heldur vilja merkja nakað fram um einki at merkja.

- Gev mær okkurt, eg kann merkja, skríggja næmingarnir næstan, tá ið teir keða seg. Tað ger einki, um eg fái ilt av tí, ella um tað er eitt sindur trupult, men teir skulu kunn merkja seg sjálvan, og tað skal geva meining. Trupulleikin við keðsemi er, at tú verður pasifiseraður. Næmingarnir sita í sama rúmi á sama stóli hvønn einasta dag. Kanska býta teir pláss fjórða hvønn mánað, sigur Ditte Dalum Christoffersen.

Ábyrgdina av at koma keðseminum til lívs verður ofta løgd á næmingarnar, serliga um næmingarnir vísa, at teir ikki tíma at gera uppgávur, og í skúlanum er bara ein vegur at ganga, og tað er at fylgja dagsskránni, sum lærarin hevur sett.

Folkeskolen nr. 8, 2017

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.