Tíðindi

Lærarin ov lítla tíð til hvønn einstakan næming

Tað er so stórt trýst at røkka so nógvum málum, at umsorganarparturin í skúlanum verður raðfestur minni – ikki tí at lærarin vil, at tað skal vera so, men tí hann hevur einki val. Tað sigur Anja Pálsdóttir, lærari og varaleiðari á førleikastovuni í Runavíkar kommunuskúla

21.03.2023

Skulu vit fyribyrgja skúlaaftran, sleppa vit ikki undan at tosa um umsorganina, sum er partur av arbeiðinum hjá øllum lærarum, ikki minst flokslæraranum. Tað heldur Anja Pálsdóttir, lærari í Runavíkar kommunuskúla. Hon heldur, at lærarar sum heild og ikki minst flokslærarin eru undir støðugum arbeiðstrýsti at undirvísa nógvar tímar umframt at útinna eina røð av øðrum uppgávum.

- Skulu vit taka fyribyrging í álvara, tá ið talan er um skúlaaftran, so mugu vit hyggja at kørmunum hjá lærarum at kunna hava samband við næmingarnar. Lærarin – bæði tann vanligi og flokslærarum – má hava tíð til næmingarnar, og næmingarnir mugu hava kensluna av at verða sæddir og hoyrdir hvønn dag. Tað er so stórt trýst at røkka so nógvum málum, at umsorganarparturin av tí sama verður raðfestur minni – ikki tí at lærarin vil, at tað skal vera so, men tí hann hevur einki val. Tað er alt ov lítið av tíð til relatiónsarbeiði. Næmingar eru undir so stórum trýsti, tí teir skulu so nógv, at teir sakna beinleiðis sambandið við læraran ein til ein. Hyggja vit at bíðilistunum til psykiatriina, so hava vit sjón fyri søgn, at nógv børn stríðast. Hetta eru børn, sum ganga í fólkaskúla, og tí mugu vit hyggja at kørmunum í fólkaskúlanum fyri at vita, hvat vit kunnu gera betri í skúlanum.

Stendur tað til Anju Pálsdóttir, eiga vit at seta okkum spurningin, um alt, sum verður sett í verk í fólkaskúlanum, og øll krøvini, sum verða sett, geva ta meining, tey eru ætlað at geva.

- Krøvini omanífrá eru so stór og nógv, tey eru bóklig og faklig, og har megna allir næmingar ikki at vera við. Og so haldi eg, at tíðin er farin frá flokkum við 24 næmingum í einum flokki. Lærarin røkkur rætt og slætt ikki 24 næmingum í einum flokki.

Savnsmynd

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.