Tíðindi

Lærarin nógv at siga fyri, hvørjar vinir næmingar fáa

Gongur tú í skúla, er tað vanliga lærarin, sum ger av, hvar tú situr í skúlastovuni. Tá er eisini lærarin, sum ger av, hvørjar vinir tú fært, siga amerikanskir granskarar.

18-11-2022

Lisa kann ikki sita við síðuna av Óla, tí tað eru mammurnar hjá teimum vorðnar samdar um. Tey keglast ov illa.

Og Magnus eigur helst at sita fremst, tí hann følir seg tryggjast, jú tættari hann er upp á læraran.

Tað eru nógv fyrilit, sum skulu havast í huga, tá lærarin ger av, hvar næmingarnir skulu sita: Hvør skal sita hvar, og nær skulu næmingarnir skifta pláss?

Alt hevur hevur ávirkan á, hvørjar vinir tú fært í skúlanum, sambært nýggjari amerikanskari kanning.

Kunnu ikki sjálv gera av

Í skúlanum er tað ikki næmingurin, sum ger av, hvar hann situr. Lærarin ger eitt yvirlit yvir, hvar næmingarnir sita. Hvat hevur hetta at siga fyri, hvør verður vinur við hvønn í skúlanum?

Rættiliga nógv, sambært nýggju kanningini. Hon vísir, at næmingar, sum sita við síðuna av hvørjum øðrum í skúlastovuni, hava størri møguleika at gerast vinir, enn teir, sum ikki sita við síðuna av hvørjum øðrum.

Kanningin er almannakunngjørd fyri stuttum í vísindaliga tíðarritinum Frontiers in Psychology.

Gerast vinir um tey kunnu tosa saman

Tað sama er galdandi, tá ið lærarin leggur upp til bólkaarbeiði. Tá ger hann av, hvør skal vera í bólki saman, og hvør sannlíkt gerast vinir.

Um lærarin knappliga flytur teg, fært tú ofta nýggjar vinir orsakað av flytingini, vísir tað seg.

Tað vóru 235 næmingar við í kanningini, 129 dreingir, og 106 gentur. Tey gingu í 3.-5. flokki í einum barnaskúla í Florida í USA.

Granskararnir hugdu at næmingum, sum sótu við síðuna av hvørjum øðrum í eini røð ella við eitt borð, og teimum, sum sótu yvir av hvørjum øðrum. Íroknaðir vóru eisini floksfelagar, sum sótu í sama rað, men sum høvdu ein næming ímillum sín.

Tað vísti seg, at næmingar gjørdust eisini vinir við onnur, so leingi teir kundu tosa saman.

Ikki bara tey, sum sita við síðuna

Tað er tó ikki soleiðis, at næmingarnir BARA tosa við tey, sum sita við síðuna av, siga granskararnir.

– Tað hendi, at næmingar eisini tosaðu við hini, sum sótu í hinum endanum á skúlastovuni, eisini í fríkorterinum og matarsteðginum, sigur Brett Laursen, professari í sálarfrøði við FAU’s Charles E. Schmidt College of Science í USA.

Hann er ein av granskarunum, sum hevur staðið fyri kanningini um vinaløg í skúlastovuni.

– Okkara gransking vísir, hvussu ovurhonds stóra ávirkan lærarar hava á lívið hjá næmingum, sum tað at leggja upp til vinaløg. Og við tí stóra valdinum kemur stór ábyrgd, sigur Laursen.

– Vit heita á lærarar um at brúka hetta valdið skilagott. Tað er kent, at óætlaðar sosialar avleiðingar kunnu koma í, tá ið vaksin blanda seg upp í sosiala lívið hjá børnum, sigur hann.

Kelda: forskning.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.