Leys størv

Lærari til Skúlan á Fløtum, farloyvisstarv

1 starv sum lærari er leyst at søkja

Starvið er eitt parttíðarstarv frá 7. januar til 29. mars 2019 setanarbrot 0,6. Møguleiki er fyri at halda fram eftir 29. mars í lægri setanarbroti, og møguleiki er eisini fyri at lesa vikartímar umframt føstu tímarnar.

Lýsing av skúlanum 

Í Skúlanum á Fløtum ganga 764 næmingar í 1. – 9. flokki. Bygnaðarliga er skúlin skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 1. - 7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki umframt sertilboðið 4-10 og Lopfjølina. Skúlin húsast í løtuni í 5 eindum í býnum. Skúlin verður ætlandi savnaður á Fløtum summarið 2020.

Betri karmar 

Tórshavnar kommuna er farin undir arbeiðið at byggja ein nýggjan skúlabygning til Skúlan á Fløtum, sum er á leið 11.600 m2 og er ætlaður til 850 næmingar, íroknað frítíðarskúla og forskúla. Skúlin fer at hava ein framkomnan vísindadepil, ið lutvíst eisini verður talgildur. Nýggi skúlabygningurin stendur væntandi klárur í mai 2020.

Virðisgrundarlag

Virðisgrundarlag skúlans byggir á fakliga styrki, viðurkennandi námsfrøði og felagsskapin; í einum læruumhvørvi, ið rúmar bæði hondum og huga.  Skúlin slóðar fyri og luttekur í fleiri undirvísingarligum átøkum. Skúlin leggur stóran dent á talgilding í undirvísingini, har grundleggjandi amboð, bøkur o.a. í stóran mun eru talgild.

Søkt verður eftir lærara,

sum hevur hug og hegni at virka og samvirka í toymi, eru væl fyri á KT-økinum, er fakliga væl fyri og havur sterkar relatiónsførleikar. 

Okkum tørvar lærara, sum kann undirvísa í enskum og søgu í hádeild umframt á serøkinum í miðdeild. Hetta kann tó í ávísan mun tillagast, um tað er neyðugt.

Vit vænta, at tú

dugir at samstarva og er fyrikomandi. Ert fúsur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum. Ert við til áhaldandi at menna skúlan. Ert stundisligur og nærlagdur. Leggur dent á virðið í felagsskapinum og torir at bjóða mørkunum av.

Krøv, Lønar- og setanartreytir

Prógv sum fólkaskúlalærari er krav. Er eingin umsøkjari við fólkaskúlalæraraprógvi, verður vikarur settur í staðin.

Størvini eru øll lønt í lønarflokkinum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til reginm@saf.fo, merkt “Starv, lærari” í seinasta lagi mánadagin 2. desember 2019 kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um størvini hjá Regini Marnerssyni á tlf. 216676 ella við at senda ein teldupost til reginm@saf.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.