Leys størv
Søkt verður eftir einum lærara og einum námsfrøðingi til serskúlatilboðið Pallin í Sørvágs skúla.
1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðar starv skúlaárið 2022/23
1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2022/23 - setanarbrot 0,80
Frágreiðing um Pallin
Tilboðið er eitt samstarv millum Sernám, MMR og skúlarnar í Vágum at bjóða næmingum við avbjóðingum í fólkaskúlunum eitt nøktandi felagstilboð.
Í skúlatilboðnum ganga 12 næmingar úr skúlanum á Giljanesi og Sørvágs skúla.
Starvsfólkini arbeiða undir ábyrgd leiðslunnar í sjálvstýrandi toymum og skipa seg í samstarvi við allar partar.
Tey, ið sett verða skulu
verða fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
hava áræði at taka ábyrgd
duga at samstarva í toymum
duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt
Førleikakrøv - lærarin
Lærarin eigur at hava førleika at undirvísa grunddeild, miðdeild og hádeild annaðhvørt náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2.
Førleika krøv - námsfrøðingurin
Umsøkjari skal hava prógv sum námsfrøðingur, tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava lokið prógv. Viðkomandi royndir kunnu vera ein fyrimunur.
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann annar umsøkjari setast í tíðaravmarkað starv sum hjálparfólk skúlaárið 22/23.
Námsfrøðingurin, ið settur verður, er løntur sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri kunning um størvini fáast við at venda sær til Eyð Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233222.
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til eyd.niclasen@skulin.fo - viðmerk umsókn Pallurin.
Umsóknarfreistin er hósdagin 26. mai kl.12.00.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.