Leys størv

Lærarastarv í Runavíkar kommunuskúla

Søkt verður eftir einum lærara til Sertoymið í Runavíkar kommunuskúla frá 01. november 2022 til 20. juni 2023.

• Starvið hevur lønarbrot 0,85. Í sjálvstýrandi toyminum er uppgávan at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta skúladagin hjá næmingunum. Undirvíst verður út frá einstaklingalæruætlanum.

Førleikakrøv

Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu m.a. hava førleika at undirvísa innan serøkið.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• dugir væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
• eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegin næmingunum
• vil fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannsettur lærari frammanundan. Lærarastarvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. september 2022 kl. 14.00.

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331, ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo

_____________________________________________________________________

Runavíkar kommunuskúli hevur í løtuni 483 næmingar, av hesum eru 37 í forskúlanum og 68 starvsfólk.

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.