Leys størv

Lærarastarv í Fuglafjarðar skúla

Í sambandi við barnsburðarfarloyvi tørvar okkum ein lærara í tíðarskeiðinum 02.01.2023 – 31.07.2023. Lønarbrotið er 1,0.

Førleikakrøv:

Útbúgving sum fólkaskúlalærari, og hug og hegni at átaka sær flokslæraraleiklut.

Harumframt sóknast vit eftir lærara, sum hevur førleika at undirvísa í grunddeildini í vanligu lærugreinunum, t.e. føroyskt, støddfrøði, kristni og ítrótti, umframt náttúru og tøkni í miðdeildini.

Søkt verður eftir lærara, sum

- er fyrikomandi og sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum

- dugir at samstarva og vil vera við til at menna skúlan

- er fevnandi og vil styrkja felagsskapin

- ynskir at kveikja hugin til at læra hjá tí einstaka næminginum

- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, tekur lut í dagliga arbeiði skúlans

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera leiðsluni í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. desembur kl. 12.00.

Nærri kunning um starvið fæst við at seta seg í samband við Berlys Toftadal, skúlastjóra, á tlf.nr. 238061 ella á t-post berlys.toftadal@skulin.fo

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setan.

Fuglafjarðar skúli hevur inniverandi skúlaár 283 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 28 lærarar, 3 námsfrøðiligir stuðlar, 2 skúlaskrivarar, 2 húsavørðir og 5 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.