Leys størv

Lærarastarv á Skúlatrøð

Fyri lærara, sum fer frá fyri aldur, verður søkt eftir lærara at byrja á Skúlatrøð 22. oktober 2018. Lønarbrotið er 0,75 og starvið er tíðaravmarkað til 27. juni 2019.

Hesar lærugreinar eru á tímatalvuni:

2. fl.: Heimstaðarlæra
3. fl.: Støddfrøði, kristni og heimstaðarlæra
5. fl.: Støddfrøði, náttúra&tøkni og søga
Flokslærari í 3. flokki

Lønar- og setanartreytir:

Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2  samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 8. oktober 2018  kl. 12.00.

Umsóknir skulu sendast við teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo ella sendast til:

Á Skúlatrøð

att: Vagn Foldbo, skúlastjóri

Postsmoga 260

FO-700  Klaksvík

Nærri  kunning um starvið fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo

Verandi skúlaár ganga 721 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 67 lærarar og 8 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.