Leys størv

Lærarastørv og stuðulsstørv til skúlatilboðið Pallin í Sørvágs skúla

Søkt verður eftir 1 lærara og 1 námsfrøðingi ella hjálparfólki til serskúlatilboðið Pallin í Sørvágs skúla.

1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðar starv skúlaárið 2020/21.

1 námsfrøðingi ella hjálparfólki í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020/21. Setanarbrot 0,80.

Frágreiðing um Pallin:

Tilboðið er eitt samstarv millum Sernám, MMR og skúlarnar í Vágum, um at bjóða næmingum við avbjóðingum í fólkaskúlunum eitt nøktandi felagstilboð.

Í skúlatilboðnum ganga 12 næmingar úr skúlanum á Giljanesi og Sørvágs skúla.  

1 lærari og 1 námsfrøðingur ella hjálparfólk verða sett í starv til at stimbra trivnaðin og lærdómin hjá næmingunum. Umsøkjarar skulu hava royndir við serskúlatilboði.

Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálvi í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við foreldrini er tilboðið nógvum næmingum at gagni.

Lærarin eigur at hava førleika í at undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild innan antin náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.

Tey, ið sett verða skulu:

Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
Hava áræði at taka ábyrgd
Duga at samstarva í toymum
Duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2

Námsfrøðingurin ella hjálparfólki, ið sett verður, er lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning um størvini fáast við at ringja til Eyð Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233222. Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla,

Skúlavegur 13, 380 Sørvági – sor@skulin.fo - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. mai 2020 kl.12.00

Í Sørvágs skúla ganga uml. 200 næmingar í 1. til 10. flokki. Uml. 35 starvsfólk arbeiða á skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, hetta til tess at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð.

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!

Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!

Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!

Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!

Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.