Leys størv

Lærarastørv og stuðulsstørv til skúlatilboðið Pallin í Sørvágs skúla

Søkt verður eftir 2 lærarum og 2 námsfrøðingum ella hjálparfólkum til serskúlatilboðið Pallin í Sørvágs skúla.

Einum lærara í fast fulltíðarstarv skúlaárið 2019/20.

Einum lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/20. Setanarbrot 0,60

Einum námsfrøðingi í fast starv skúlaárið 2019/20. Setanarbrot 0.85.

Einum námsfrøðingi ella hjálparfólki í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/20. Setanarbrot 0,75.

Frágreiðing um Pallin:

Tilboðið er eitt samstarv millum Sernám, MMR og skúlarnar í Vágum, so at næmingar við avbjóðingum í fólkaskúlunum, fáa eitt nøktandi skúlatilboð.

Í løtuni ganga 10 næmingar úr skúlanum á Giljanesi og Sørvágs skúla á Pallinum.  Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við Sernám og leiðslur skúlana.

Lærararnir eiga at hava førleika í at undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild innan antin náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.

Tey, ið sett verða, skulu:

Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
Hava áræði at taka ábyrgd
Duga at samstarva í toymum
Duga at hugsa út um karmar – hugsa kreativt

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2

Námsfrøðingarnir ella hjálparfólkini, ið sett verða, eru lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag ella Hjálparfólkafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning fæst við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, á tel. 233221. Umsóknir, við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum, skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegur 13, 380 Sørvágur – sor@skulin.fo - og vera skúlanum í hendi í seinasta lagi kl.12.00 fríggjadagin 21.06.2019.

_________________________________________________

Í Sørvágs skúla ganga 182 næmingar í 1. til 10. flokki. Uml. 35 starvsfólk arbeiða á skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, hetta til tess at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð.

Aðalmál: Fakligheit - kreativitetur - trivnaður

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!

Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!

Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!

Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!

Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.