Leys størv

Lærarastørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2019-2020

Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá  1. august og 1. oktobur 2019 at rokna:

Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv fyri lærara í farloyvi frá 1. august.
Eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar skúlaárið 2019/20 frá 1. august. Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2019.
Eitt tíðaravmarkað starv á 0,8 frá 1. oktobur 2019 fyri lærara, sum fer frá vegna aldur.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans, skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
Duga at samstarva og eru fyrikomandi.
Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum.
Eru við til áhaldandi at menna skúlan.
Eru stundisligir og nærlagdir. Lyklaorðini hjá okkum eru stundvísi, háttvísi og øðrvísi.
Tola broytingar.
Hava læraraútbúgving.

Okkum tørvar lærarar, ið kunnu:

Undirvísa í gentu ítrótti, gentu svimjing, tónleiki, føroyskum og støddfrøði í innskúling og hádeild.
Átaka sær flokslæraraleiklut.

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo  í seinasta lagi hósdagin 20. juni kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

Skúlin á Giljanesi

á Giljanesi 2

360 Sandavágur

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425 ella við at senda ein teldupost til annbritt.toftegaard@skulin.fo

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga Inni á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 307 næmingar ganga í skúlanum, og 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.

Skúlin á Giljanesi byggir á tríggjar súlur: Stundvísi, háttvísi og øðrvísi.

Stundvísi merkir, at gera  tingini til tíðina. Viðra tann partin, ið krevur av okkum, at tíðin –hvørt talan er um minuttir ella ár- er ein avmarkandi faktorur og karmur í okkara arbeiði.

Háttvísi er eitt nýtt orð á føroyskum. Tað hevur enn ikki hevur funnið vegin inn í orðabókina. Háttvísi merkir, at vit duga at gera tingini á rættan skynsaman hátt. Men tað merkir eisini, at vit læra okkkum nýggjar hættir at loysa uppgávur, tá kendir hættir ikki roynast nóg drúgvir.

Øðrvísi merkir dirvi til at hugsa sjálvstøðugt. Dirvi at gera tað, vit meta vera rætt. Dirvi at seta spurnartekin við vanar. Dirvi at fara út um rammuna. Við hvørt finnur mann so útav, at vanin veit best, men tora vit ikki at leita og fregnast í tí ókenda, vaksa vit ikki.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.