Leys størv

Lærarastørv í Sørvágs skúla

Søkt verður eftir 6 lærarum til Sørvágs skúla.

1 lærara í fast fulltíðarstarv frá 01.08.2018.

3 lærarum í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2018/19 vegna farloyvi.

1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 16.08.2018 til 30.04.2019 vegna farloyvi.

1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/19 vegna lækkað tímatal, tímar til serligan tørv og til avlopstímar.Talan er um niðursett tímatal. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september 2018..

Okkum tørvar lærarar, sum kunnu undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild.

Vit sóknast eftir telduvørði, sum er røkin og nærlagdur, og eftir lærarum, ið kunnu átaka sær flokslærarauppgávuna.

Annars sóknast vit eftir lærarum, sum kunnu undirvísa í:                 

Føroyskum – donskum - enskum – støddfrøði – alis og evnafrøði - náttúru og tøkni - ítrótti – svimjing - handaverk og list – lívfrøði – kristni – søgu – landalæru.

Tey, ið sett verða skulu:

Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
Hava áræði at taka ábyrgd
Duga at samstarva í toymum
Virka í professionellum lærandi felagsskapi (PLF)

Førleikakrøv: Læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum.

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2

Nærri kunning um størvini fáast við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, á tel. 233221. Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegur 13, 380 Sørvági – sor@skulin.fo - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin      30.05.18 kl. 12.00.

_________________________________________________

Í Sørvágs skúla ganga 182 næmingar í 1. til 10. flokki. 17 lærarar og 1 námsfrøðingur starvast í skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, Hetta til tess at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð. Tilboðið er ætla at hýsa um 9 næmingum, 2 lærarar og 1 námsfrøðingur eru knýtt at sertilboðnum.

Aðalmál: Fakligheit - kreativitetur - trivnaður

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum !

Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla !

Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi !

Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra !

Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.