Leys størv

Lærarastørv í Runavíkar kommunuskúla

 

Til skúlaárið 2019/20 verður søkt eftir :

• 4 møguliga 5 lærarum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2019/2020 vegna farloyvi, niðursetta tíð og avlopstímar.

Endaliga tímatalið og setanin til eitt av tíðaravmarkaðu størvunum verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2019.

Førleikakrøv

Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu m.a. hava førleika at undirvísa í:

alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, landalæru, náttúra og tøkni, samfelagsfrøði, søga, enskum og donskum.

Søkt verður eftir lærarum, sum :

• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði

Lønar- og setanartreytir.

Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannsettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. juni kl. 12.00.

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331, ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo

_____________________________________________________

Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 400 næmingar og uml. 58 starvsfólk.

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.