Leys størv

Lærarastørv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2019/2020

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2019:

• 3 føst størv.
• 2 størv vegna farloyvi.
• 2 tíðaravmarkað størv vegna lækkað tímatal og avlopstímar.
• 1 tíðaravmarkað starv í Serskúlatilboðnum í Hoyvíkar skúla.

Endaliga tímatalið til tíðaravmarkaðu størvini vegna lækkað tímatal og avlopstímar verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2019.

Vit sóknast eftir lærarum, ið kunnu undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild og við linjugreinalestri í føroyskum, donskum, enskum, støddfrøði, alis-/evnafrøði, náttúru og tøkni, tónleiki, smíð og ítrótti.

Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari.

Tey, ið sett verða, skulu:

• vera stundislig og nærløgd.
• vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum.
• vera við til áhaldandi at menna skúlan.

Í læraraleiklutinum í Hoyvíkar skúla leggja vit dent á:

• Ábyrgd
• Yrkisføri
• Floksleiðslu
• Samstarv
• Trúfesti

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 20. juni 2019 kl. 12:00.

Umsóknin skal stílast til:

Hoyvíkar skúli

att.: Hans Jón Thomsen, stjóri

Postboks 3073

FO-110 Tórshavn

Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til: hansjon@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Hans Jón Thomsen, stjóra, á telefon 783300.

_____________________________________________________

Í Hoyvíkar skúla og Serskúlatilboðnum í Hoyvíkar skúla eru 350 næmingar í 1. – 9. flokki,

35 lærarar og 3 námsfrøðiligir stuðlar.

Vitjið okkum á www.hoy.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.