Tíðindi

Lærarar ynskja ikki 13-talsstigan aftur

7-talsstigin er í lagi, men har kundi verið eitt tal afturat fyri framúr gott avrik, halda teir

31.01.2019

Í hesum døgum verður dúgliga kjakast um próvtalsstigan. Í 2007 varð núverandi próvtalsstigi, 7-talsstigin, settur í gildi í fólkaskúlanum í Danmark, og í 2011 kom hann í gildi í Føroyum. Áðrenn hetta varð 13-talsstigin nýttur. Orsøkin til, at 13-talsstigin varð vrakaður, var, at nógv hildu tað vera ov trupult at umrokna próvtølini um til ECTS-stigan, og her skuldi so 7-talsstigin vera betri hóskandi. Men her vóru øll ikki á einum máli, og nú verður so aftur kjakast um 7-talsstigan. Nýggj kanning, sum er liður í eftirmetingini av 7-talsstiganum, vísir, at fleiri veikleikar eru við hesum próvtalsstiga. M.a. snýr kjakið seg nú um, hvørt næmingar fáa ov góð próvtøl. Í grein á www.folkeskolen.dk verður víst á, at eftirmetingar vísa, at ov góð próvtøl verða givin; røddir vilja vera við, at inflasjón er komin í 12-tølini. Mett verður ikki, at hetta er orsakað av, at næmingarnir duga betur nú enn tey gjørdu fyrr, men at orsøkin nokk heldur man vera, at 12-talið skal rúma bæði 11-tølunum og 13-tølunum, sum vóru tvey tey hægstu próvtølini í 13-talsstiganum. Og fleiri vísa á, at tað, sum manglar í 7-talsstiganum, og ikki ger hann nøktandi, júst er 13-talið, próvtalið sum kann gevast fyri óvanliga gott og sjálvstøðugt avrik.

Her hjá okkum hevur kjakið um próvtalsstigan ikki fylt nógv í almenna rúminum, men ivaleyst verður prátað um hetta á lærarastovunum á skúlunum. Eg havi spurt tveir lærarar um, hvat teir halda um próvtalsstigan og um kjakið, sum nú er. Annar av teimum báðum er Finnur Joen-Jacobsen, sum er lærari og varaskúlastjóri á Skúlanum á Giljanesi. Hann heldur, at í nógvum førum er 7-talsstigin góður.

- Eitt próvtal er ongantíð ein absoluttur sannleiki, men kemur altíð at vera ein meting av førleikum. Og tí kemur altíð ein ávísur lýtisjaðari at vera í metingini. Og tá tað er galdandi, so er gott at hava “breið” próvtøl, so próvtalið rakar so væl sum gjørligt, sigur Finnur Joen-Jacobsen.

Finnur er tí ímóti, at fleiri tøl koma inn í skipanina, so próvtølini verða “smalri”, men hann heldur, at tað kanska hevði verið gott at havt eitt tal afturat í toppinum til serliga góð avrik.

Hin lærarin eg havi spurt er Oddfríður Marni Rasmussen, sum er lærari í Skúlanum á Fløtum. Hann heldur eisini, at verandi próvtalsskipan sum so er í lagi. Hann vísir á, at eitt tal aldrin sigur allan sannleikan.

- Umráðandi er, at skrivlig avrik hjá næmingum verða mett, og at tað verður grundgivið fyri næminginum um hví hann fær eitt talmet, og hvat skal til, fyri at næmingurin kann fáa betur met næstu ferð. Hetta kann gerast skrivliga ella munnliga. Eisini hevur lærarin møguleika at siga, at próvtalið liggur í hægra ella lægra endanum av ávísa talinum, um hann heldur tað vera neyðugt, sigur Oddfríður M. Rasmussen.

Oddfríður vísir eisini á, at tað hevði borið til at lagt eitt tal afturat í toppinum og so strikað -3, tvs. at 7-talsskipanin t.d. kundi verið frá 0 til 13.

So um hesir báðir umboða vanliga læraran, so tykist hugburðurin at vera, at 7-talsstigin er í lagi, lærarar ynskja ikki 13-talsstigan aftur. Men teir kundu hugsað sær eitt próvtal til teir næmingar, sum skara framúr.

Tekstur: Ragnhild Olsen

Savnsmynd

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.