Tíðindi


Lærarar ymiska tilgongd at undirvísa etniskum minnilutanæmingum

At undirvísa næmingum við øðrum etniskum uppruna enn føroyskum er lutfalsliga nýtt í Føroyum, og at hetta hevur elvt til nýggjar og øðrvísi avbjóðingar, enn lærarar eru vanir við.

5. juli 2018

Tað kemur fram í ritgerð, sum Vár Gregersen, ið lesur mentamót og undirvísingarfrøði á Roskilde universiteti, hevur skrivað. Seinasta heyst hevði hon framløgu á læraradøgunum í Norðurlandahúsinum um, hvussu vit taka ímóti næmingum við øðrum uppruna enn føroyskum, og í seinasta Skúlablað er drúgv umrøða av evninum.

- Bara tað, at hesir næmingarnir hava aðrar fortreytir enn føroyskir næmingar, er ein nýggj avbjóðing. Lærararnir hava ymiskar royndir og ymiskar fatanir av hesum problematikkinum, og harumframt hava lærararnir eisini ymiskar tilgongdir til at undirvísa næmingum við øðrum etniskum uppruna. Hugsa vit um umstøðurnar hjá lærarunum, so segði eingin av lærarunum, ið eg tosaði við, at hann hevði ognað sær førleika í læraraútbúgvingini í sambandi við at undirvísa í fleirmentanarligum og fleirmálsligum høpi. Teir hildu heldur ikki, at tað var ávíst undirvísingartilfar, teir kundu brúka. Ei heldur søgdu teir seg arbeiða eftir nakrari ætlan ella skipan, sum leggur upp til, hvussu hesir næmingar skulu gerast ein partur av føroyska fólkaskúlanum. Fleiri lærarar vístu á, at tað kann vera ørkymlandi at arbeiða út frá egnu sannføring, og tí høvdu lærararnir ymiskar tilgongdir til hesar næmingar, sigur Vár Gregersen.

Etniskir minnilutanæmingar eru ein sera fjølbroyttur bólkur av næmingum við nógvum ymiskum fortreytum og ymiskum støði. Í málsligu lærugreinunum, føroyskum og donskum, vístu lærarar á avbjóðingar, sum koma av ymsu fortreytunum.

- Etniskir minnilutanæmingar hava ógvuliga ymiskar fortreytir at vera við, tá ið føroyskt er á skránni. Lærarin má gera seg kunnugan við, á hvørjum støði einstaki næmingurin er, fyri at kunna leggja undirvísingina eftir honum. Summir lærarar søgdu seg vera noyddar at byrja frá grundini, eisini at taka við aðrar partar av føroyskum, sum vanlig undirvísing í føroyskum ikki snýr seg um, so sum orðafeingi, bendingar og úttalu. Tí er avbjóðingin at samanflætta undirvísingina í føroyskum sum móðurmál við føroyskt sum annaðmál og at gera tað samstundis.

Lærarar takkla hesa avbjóðingina ymiskt, vísir Vár Gregersen á. Onkur lagar undirvísingina til, tí tað nyttar einki at vænta av einum næmingi, sum ikki hevur føroyskt sum mál, at viðkomandi kann náa pensum.

- Tú mást byrja, har ið næmingurin er. Loypur tú um, so fangar tú ikki næmingin, sigur ein lærari í kanningini. Harafturímóti sigur ein annar lærari í kanningini seg taka støði í fólkaskúlalógini, og hvat næmingarnir skulu ígjøgnum. Næmingarnir, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, kunnu ikki bremsa undirvísingini. Lærarin helt, at teir mugu gerast ein partur av undirvísingini og kanska fáa okkurt eyka tilfar, umframt at teir mugu út nakrar tímar, soleiðis at teir ikki ávirka tað, ið flokkurin skal ígjøgnum.

Í ritgerðini valdi Vár Gregersen at savna seg um tilflytarar, sum ikki koma úr Norðurlondum, grundað á, at teir næmingarnir hava aðrar og øðrvísi lærufortreytir enn næmingar, sum koma úr Norðurlondum, mentanarliga og serliga málsliga. Hon hevur valt at nevna hesar næmingarnar etniskar minnilutanæmingar; heitið fevnir um næmingar, sum hava annað ella bæði foreldrini úr landi, sum ikki er Norðurland.

Fyri at fáa innlit í evnið hevði Vár Gregersen samrøður við 8 lærarar, sum arbeiða á 4 skúlum kring landið. Endamálið við samrøðunum var at vita, hvussu lærarar uppliva og fyrihalda seg til vaksandi talið av næmingum við øðrum etniskum uppruna enn føroyskum.

Les alla samrøðuna í seinasta Skúlablaði.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.