Tíðindi

Lærarar við sermerktum útbúgvingum

Tað eigur í so stóran mun, ið tað kann lata seg gera, at vera serlærarin á ymisku økjunum, ið lesur tímarnar, ið eru tillutaðir serligu átøkunum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

15-07-2021

Skúli er so nógv annað enn fak. Seinastu árini hava nógvar broytingar verið á skúlaøkinum. Námsfrøðiliga vitanin broytist, kanska serliga í mun til tað, sum skúlin var fyrr, altso í gomlum døgum. Trivnaðurin hjá næmingunum hevur stóra raðfesting. Hetta ger samstundis, at undirvísingin er tillagað tørvinum hjá einstaka næminginum. Av tí at næmingar hava ymiskan tørv, hevur tað eisini verið neyðugt at serútbúgva lærarar á ymiskum økjum. Lærarafelagið hevur í dag 10 undirfeløg. Har eru lærarar, ið hava útbúgvið seg ímillum annað: teldu, støddfrøðis og lesivegleiðing, orðblindni og atferð, kontakt og trivnaði.

Samstundis sum skúlaskipanin broytist, og tørvurin á ymiskari undirvísing økist, broytist játtanin hjá skúlunum. Fyri at tryggja at næmingar, ið hava tørv á serstakari undirvísing fáa bestu umstøðurnar tilpassaðar júst teirra tørvi, verða tímar játtaðir til ymisk endamál. Tímajáttan er millum annað til lesivegleiðing, støddfrøðisvegleiðing, orðblindni, AKT, SSP og ymiskt annað.

Tíverri hava vit ikki arbeiðslýsingar á øllum økjum. Vónandi fáa vit loyst tann trupulleikan innan alt ov langa tíð. Tað kann vera trupult at hava kenslu av, at arbeiðið hevur eydnast væl, tá endamálið ikki er nóg væl greinað. Harafturat hava vit ta avbjóðing, at tímajáttanin í síni heild er ov lítil, og tí kann tað vera trupult hjá lærarum at vera um hesar næmingarnar á ein nøktandi hátt. Tá tímajáttanin er tepur og tørvurin stórur, hevur tað stóran týdning, at teir lærarar, ið tann mun tað letur seg gera, sum eru um børn og ung við einhvørjum tørvi, hava ta útbúgvingina, sum krevst fyri at stuðla einstaka næminginum best.

Skúlar eru ymiskir í næminga- og lærarartali; tí er tað ymiskt, hvønn tørv næmingarnir hava, samstundis sum allir skúlar ikki hava lærarar við útbúgving á øllum økjunum. Tó eigur tað í so stóran mun, ið tað kann lata seg gera, vera serlærarin á ymisku økjunum, ið lesur tímarnar, ið eru tillutaðir serligu átøkunum. Serlærarin eigur at leiða sertilboðið, AKT-lærarin eigur at lesa AKT-tímarnar, orðblindalærarin orðblindatímarnar, støddføðis- og lesivegleiðing støddfrøðis- og lesivegleiðaratímarnar og so framvegis.

Tað er uttan iva best fyri skúlan, næmingarnar og lærararnar, um leiðslurnar tryggja, at tað er tann lærarin, ið hevur best førleikar/útbúgving á ymsu økjunum, sum tekur sær av teimum uppgávunum, ið hoyra til økið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.