Tíðindi

Lærarar undir útbúgving í føroyskum sum annaðmál

Eftir summarfrítíðina fór ein stórur flokkur av lærarum undir útbúgving í føroyskum sum annaðmál. Útbúgvingin gevur førleika at undirvísa børnum, ungum og vaksnum í føroyskum sum annaðmál

28.10.2021

Tey eru um 30 í tali, bæði fólkaskúla- og miðnámsskúlalærarar, sum eru farin undir diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál; tey flestu lesandi eru upptikin á masterstigi, men nøkur taka útbúgvingina á bachelorstigi. Útbúgvingin telur 60 ECTS-stig og er skipað sum parttíðarútbúgving yvir fimm lestrarhálvur; tað svarar til hálvtriðja ár.

Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva undirvísarar við ymiskum førleikastigi í føroyskum sum annaðmál grundað á ástøðiliga vitan um máltøku og læring í einum fjølbroyttum, málsligum og mentanarligum samteksti, umframt at menna fakliga vitan og førleika hjá lesandi at fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri ymsar málbólkar og við atliti at etos um inkluderandi útbúgving.

Sambært lýsingini av útbúgvingini fevnir hon um undirvísing í føroyskum sum annaðmál við serligum denti á at læra føroyskt sum annaðmál í einum føroyskum fleirmæltum samteksti. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi holla vitan og ástøðiligt innlit í nýggja fakøkið og at geva teimum førleikar innan málnámsfrøði.

Útbúgvingin er tvørgreinað og kjølfest í altjóða gransking og vitan, men staðbundni tørvurin og samteksturin er í miðdeplinum. Serligur dentur verður lagdur á tær serføroysku umstøðurnar, at føroyskt er eitt lítið mál, har fleirmæli myndar gerandisdagin.

Útbúgvingin er staðsett á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, men Føroyamálsdeildin og Námsvísindadeildin samstarva um útbúgvingina og undirvísingina. Í arbeiðsbólkinum á Setrinum, ið hevur lagt útbúgvingina til rættis, eru: Hjalmar P. Petersen professari, Lydia Didriksen námslektari, Sissal M. Rasmussen ph.d og Elisabeth Holm ph.d. Hesi fýra undirvísa eisini umframt onnur.

Sambært hagtølum vóru fólk úr tilsamans 107 londum í Føroyum við seinasta ársskifti.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.