Leys størv

Lærarar til Skúlan á Fløtum

Hevur tú hugsjónir og dirvi at ganga nýggjar leiðir, og megnar tú at standa á egnum beinum í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja eitt av leysu lærarastørvunum í Skúlanum á Fløtum.

                      2 størv fyri lærarar í farloyvi skúlárið 22/23

Annað starvið er fulla tíð og hitt er í fyrstu atløgu parttíðarstarv við setanarbroti 0,8. Tó er møguleiki fyri at lesa vikartímar írestandi tímatalið upp til fulla tíð.

Harumframt tørvar skúlanum 1-2 fastar vikarar til skiftandi tímatal.

Um størvini

Søkt verður eftir lærarum, sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skal taka lut í dagliga virksemi skúlans innanfyri tær rammurnar sum virðisgrundarlag, mið og mál skúlans seta.

Vit vænta, at tú

Vit vænta, at tú hevur sett teg inn í virðisgrundarlag, mið og mál fyri Skúlan á Fløtum, og kennir teg aftur í hesum. Harumframt vænta vit, at tú tekur undir við kt-æltan skúlans og ert stinnur kt-brúkari. Tú mást duga at samstarva og vera fyrikomandi. Vera fús/ur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru í gerandisdegnum í skúlanum og áhaldandi ert við til at menna skúlan. Tú ert stundvís/ur og røkin og sært virðið í felagsskapinum og torir at bjóða mørkunum av. Góðir kt-førleikar á brúkrarastigi eru ein treyt.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava prógv sum lærari; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv.

Okkum tørvar lærarar, ið m.a.: lærarar,sum kunnu átaka sær orðblindaráðgeving, støddfrøðivegleiðing, kunnu starvast sum kt-vørður, ella kunnu hava dreingir í ítrótti og svimjing hava fyrimun til størvini.

Lýsing av skúlanum 

Endamálið við Skúlanum á Fløtum er í samstarvi við heimið at skipa eitt fjølbroytt og samanhangandi skúla- og frítíðarskúlatilboð frá forskúla til loknan fólkaskúla á einum føroyskum grundvølli.

Skúlin á Fløtum byggir á grundtættirnar trivnað, treysti og áræði, og aðalmálið hjá skúlanum er lærdómur. Trivnaður, samstarv og felagsskapur eru megintættir í allari læru, og tí eru hesi flættað í okkara mentan.

Dentur verður lagdur á at menna sálarliga, kropsliga, handaliga, listaliga og bókliga treystið, har hendur og hugur samantvinna leik og læru.

Vit vilja stimbra áræðið hjá okkara næmingum, so teir megna tær avbjóðingar, teir møta í samfelagnum, náttúruni og framtíðini. Tí eru nærsamfelagið, útiumhvørvið og tøkni ein natúrligur partur av skúlanum.

Í Skúlanum á Fløtum fara komandi skúlaár at ganga um 800 næmingar í 0. – 9. flokki.

Lønar- og setanartreytir

Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2  samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. 
Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til reginm@saf.fo, merkt “Starv, Lærari” í seinasta lagi hósdagin 30 juni kl 13:00.

Nærri fæst at vita um størvini hjá Regini Marnersson á tlf. 216676 ella við at senda ein teldupost til reginm@saf.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.