Tíðindi

Lærarar forláta ikki skútuna

Seinastu nógvu árini hevur fólkaskúlin verið undirfíggjaður, hóast bæði barnatal og virksemi eru økt. Men fígging sær man stórt uppá, í staðin skal man koyra longri upp á liturin, sum onkur smartur, danskur politikari segði. Herálvur Jacobsen, fyrrverandi formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

10-06-2022

Tað er sovorðið, sum fleiri vita, men eingin gevur gætur. So knappliga vakna øll við kaldan dreym og leika í um, at her má okkurt gerast. Ja, summi ilskast um, hví eingin hevur sagt hetta fyrr. Tak bara bústaðarneyðina. Í fleiri ár hava vit vitað, at fólki manglar bústað. Fólkatalið er vaksið og veksur, og fólk vilja reiðrast. Leigubústaðir eru fáir, húsaprísirnir høgir, og nýbygging kostar so nógv, at vanligir løntakarar ikki hava ráð at keypa og enn minni at byggja. Vit kundu, sum politiskt korrekt er, kallað tað eina avbjóðing, men tað er langt síðani blivið eitt problem. Kommunur hava roynt okkurt hissini og eftir førimuni, men løgting og landsstýri hava aftur hesa ferð sovið í tímanum. Ja, sitandi samgonga hevur brúkt orku upp á at beina fyri Bústøðum, jánkasliga, men miðvíst. 

So er tað starvsfólkatørvurin á dagstovna-, eldra- og almannaøkinum. Serliga tørvurin á útbúnum starvsfólkum. Formaðurin í Pedagogfelagnum spurdi herfyri, hvat man hevði sagt, um bara helvtin av lærarunum í fólkaskúlanum høvdu útbúgving. Ja, hevði tað ikki verið vanlukkuligt? Men bara helvtin av starvsfólkunum á dagstovnaøkinum hava útbúgving. Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum hevði eitt boð upp á, hví so nógv starvsfólk innan hennara øki arbeiddu niðursetta tíð. Tað var tí, at rationaliseringin er so gjøgnumførd, at man sendir fólk heim, tá minst trýst er, og økir manningina so dánt, tá arbeiðstrýstið veksur, mattíðir, niðurfaringartíð o.a. Hetta ger, at starvsfólk alla tíðina eru ovbyrjað, kunnu sjáldan spenna frá, og enn verri, at arbeiðstíðin var pettað sundur í parttíðarstørv. Eg veit ikki, um nakar lurtar. Onkur mølmar um, at alt fer til umsiting, og tað er júst hetta, sum politikarar elska at hoyra, tí so er tað í hvussu er ikki pengar, sum mangla, men enn meira rationalisering. 

Hvussu er so við lærarunum í fólkaskúlanum? Ja, her eru vit í serstøðu. At kalla allir lærarar í fólkaskúlanum hava læraraútbúgving. Hetta er ikki sjálvsagt, tí í grannalondunum er trotið á útbúnum lærarum næstan so stórt sum formaðurin í Pedagogfelagnum so retoriskt spurdi um. Ikki tí, lærarastarvið er krevjandi, og avbjóðingarnar eru stundum ovurstórar. Tá tú veitst, at tú ikki røkkur og ikki hevur umstøður at fevna tí, tú sum samvitskufullur lærari vildi. Hóast tað, so rýma lærarar ikki av skútuni. Slík starvsfólk átti man at verið góður við og, enn betri, givið nøktandi umstøður at virka undir. Men er tað so?

Seinastu nógvu árini hevur fólkaskúlin verið undirfíggjaður, hóast bæði barnatal og virksemi eru økt. Men fígging sær man stórt uppá, í staðin skal man koyra longri upp á liturin, sum onkur smartur, danskur politikari segði. Man setti PISA-kanningarnar í verk, tí nú skuldu vit kappast við allan heimin, og kapping er góð. Men tað er bara tað, at eingin av álvara trýr upp á PISA-kanningarnar longur. Nyttu hava tær onga gjørt uttan elvt til okkurt kjaftaslitið. Vit fingu landsroyndir, men enn hevur eingin sagt hví. Men tað eru ikki hesi hovsaátøkini, ið eru orsøk til, at lærarar eru harðari fyrispentir í dag, enn teir hava verið. Orsøkin er áhaldandi royndirnar at umgangast arbeiðstíðaravtaluna hjá lærarum. Man skuldi trúð, at tá tveir partar, Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið, gera eina avtalu, so setir man eina æru í at halda avtaluna. Soleiðis hanga framkomin samfeløg saman. Men ónda ringrásin er, at tá skúlarnir fáa ov fáar tímar, so er freistandi hjá skúlaleiðslum at fremja kreativt bókhald. Lærararnir kenna seg snýttar, og børnini eru fyri vanbýti. Hóast tað halda lærarar á. Tey vilja alla tíðina gera ein góðan skúla betri. Man átti bara ikki at tikið tað sum eina sjalvfylgju, at tað altíð fer at vera so.   

Klumma í Skúlablað nr 3, 2022, sum júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.