Stabbamynd greinar


Lærarar í niðursettari tíð

Myndin vísir lærarar í fólkaskúlanum, sum arbeiða niðursetta tíð. Tølini eru frá mars 2017.

20. november 2017

Talan er tey, sum fáa fasta løn í fólkaskúlanum. Størsti parturin eru lærarar í føstum- og tíðaravmarkaðum starvi, ein lítil partur eru lærarar og onnur, sum lesa einstakar tímar. Samlaða talið av teimum, sum arbeiða í niðursettari tíð, er 162 ella sløk 24% av teimum, sum fáa fasta løn. Hetta talið skal tó takast í fyrivarni, tí øll lønarbrot eru tald við, eisini te,y ið undirvísa fáar tímar.

Stabbarnir eru býttir upp í tey, sum arbeiða minni enn hálva tíð, og tey, sum arbeiða meira enn hálva tíð. Millum tey 54, sum arbeiða minni enn hálva tíð, eru eftirløntir lærarar og lærarar við hægri útbúgving, men eisini 20 lærarar í tíðaravmarkaðum starvi. Talan er helst um lærarar, ið taka “avlopstímar”. Kynsbýtið í hesum bólkinum er javnt 30 menn og 24 kvinnur.

Í bólkinum, tey sum arbeiða meira enn hálva tíð, er stórur kynsmunur, 18 menn og 93 kvinnur. Hesin bólkurin er góð 16% av teimum, sum fáa fasta løn. Í bólkinum eru lutfalsliga nógv, sum eru í tíðaravmarkaðum starvi. Hesi kunnu ikki í sama mun sum tey í føstum starvi sjálvi avgera, um tey arbeiða fulla tíð ella minni.

Sum sagt eru øll lønarbrot tald við. Veruliga talið av lærarum, sum arbeiða niðursetta tíð, liggur onkustaðni ímillum 16 og 24%. Lærarafelagið hevur ikki neyv tøl at samanbera, um talan er um minking ella vøkstur í talinum av lærarum, sum arbeiða niðursetta tíð. Heldur ikki hevur felagið nakra kanning, sum vísir, hví lærarar velja at arbeiða niðursetta tíð. Felagið fer at fylgja gongdini.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.