Tíðindi

Læraralesturin í Føroyum er hálvtíðarstarv

Tað er ymiskt, hvussu nógva tíð læraralesandi brúka upp á lesturin, men tey flestu meta seg hava tíð at arbeiða, samstundis sum tey lesa.

30. oktober 2018

Ein eftirmeting av læraraútbúgvingini í Danmark vísir, at læraralesandi brúka 24,6 tímar um vikuna upp á lesturin, tá alt er talt við. Hetta er formaðurin í Danske Professionshøjskoler, Stefan Hermann, ikki nøgdur við. Sí leinkju: http://www.skulabladid.fo/l%C3%A6raralesandi-br%C3%BAka-ov-l%C3%ADtla-t%C3%AD%C3%B0-til-lesna%C3%B0in

Einaferð var tað soleiðis, at læraralesandi høvdu eina tímatalvu, sum minti um hana, ið vit kenna frá fólkaskúla og miðnámsskúla. Nærum fult skema, mánadag til fríggjadag, í fýra ár. Tíð bleiv sjálvandi eisini brúkt til heimaarbeiði. Um vit telja tímarnar leysliga saman, so er skjótt at nærkast tí, sum vit meta vera eina fulla arbeiðsviku.

Soleiðis gongur tað ikki fyri seg í dag. Næmingarnir, sum lesa á fyrsta ári, fáa undirvísing tríggjar dagar um vikuna, men tímatalvan sær ógvuliga berlig út hjá hinum flokkunum. Mánadag, mikudag og fríggjadag er ongin undirvísing. Týsdag og hósdag verður vanliga undirvíst frá 0900 til 1400.

Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu nógva tíð læraralesandi brúka upp á lesturin samanlagt, men tey flestu meta seg hava tíð at arbeiða, samstundis sum tey lesa. Fleiri hava fastar vaktir teir dagarnar, tá ongin skipað undirvísing er.

Vit hava ongi tøl í Føroyum, sum kunnu siga okkum, um lesandi brúka fleiri ella færri tímar enn tey donsku lesandi, men vit hava spurt nøkur teirra fyri at fáa eina ábending, hvussu skilið er.

Ein læraralesandi sigur soleiðis.

- Mær hevði dámt nógv betur, um vit høvdu meira undirvísing og minni at lesa. Tað hevði heilt vist gjørt meg til at betri lærara. Eg veit, at hetta er ein bachelorútbúgving, og at vit eru partur av einum universiteti, men eg síggi tað mest sum ein máta hjá Setrinum at spara pengar, at vit eru so lítið í skúla. Hinvegin gevur tað mær møguleika arbeiða, so eg kann liva væl, meðan eg gangi í skúla, og tað er ikki so galið.  

Ein fyrrverandi næmingur sigur soleiðis.

- Eg hevði fult starv við síðuna av lesnaðinum, og tískil var eg eitt sindur bangin fyri, hvussu eg skuldi fáa tíð til skúlan, tá eg byrjaði lesturin. Skjótt gjørdist greitt fyri mær, at eg hevði stúrt uttan orsøk, tí tað var nærum slett ikki neyðugt at fyrireika seg til undirvísingina. Um væl varð lagt til rættis, so kundi tú súgva alt til tín, ið lærarin legði fram fyri teg í undirvísingini. Hetta fann eg skjótt útav, tí lærarin gjøgnumgekk alt pensumið í tímunum, so óneyðugt var at lesa alt áðrenn. Próvtøkurnar og próvtøkuhættirnir vóru á einum lægri støði, enn eg hevði ímyndað mær, og ikki skuldi nógv til fyri at fáa eitt gott úrslit.

Ongin av teimum fimm núverandi næmingunum, ið vit spurdu, brúka fleiri enn 28 tímar um vikuna. Ein brúkar færri enn 18 tímar, meðan øll hini liggja millum 22 og 28 tímar. Tað samsvarar rættiliga væl við danska tímatalið.

Úrslitið skal sjálvandi takast við størsta fyrivarni, men tað vísir í øllum førum, at tað eru fleiri lesandi, sum ikki røkja lesturin sum eitt fulltíðarstarv.

Tekstur og mynd: Poul Arni Jensen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.